Í kvøld skal Føroya sterkasti maður finnast

Í kvøld skal Føroya sterkasti maður finnast
Um vikuskiftið vera kappingarnar "Føroya sterkasti maður" og "Fitness Føroyar" í høllini á Hálsi. Lesið samrøðurnar við Jákup Jacobsen, fyriskipara, og afturvendandi meistaran Bjarna Nielsen!
27.05.2016 - 12:00

Árliga kappingin um heiðurin sum Føroya sterkasti maður verður hildin í kvøld kl. 18:00 í høllini á Hálsi.

Aftur í ár eru seks mans við, ið fara at kempa fyri heiðurinum. Teir eru: Bjarni Nielsen, Rói Holgarsson, Bogi Andreassen, Bárður Poulsen, Óli Andresen og Helgi Lamhauge.

 

Aftur í ár er Bjarni "Bjørnin" Nielsen við. Hann vann heiðurin í 2014 og aftur í 2015. Eisini bleiv Bjarni nummar tvey, tá ið Føroyar í septembur tóku ímóti nøkrum av teimum sterkastu monnunum í heiminum.

 

Fyriskiparin, Jákup Jacobsen, er sera spentur til eitt stórt vikuskifti við nógvum áskoðarum. Sjálvur heldur hann, at Bjarni Nielsen er favorittur at vinna kappingina enn eina ferð.

 

- Vit hava ein kláran favoritt, ið hevur vunnið tvey tey undanfarnu árini. Hann hevur klárað seg avbera væl til altjóða kappingar. Tá tað so er sagt, veit mann ongantíð, hvør kann yvirraska, sigur Jákup.

 

Greinin heldur fram undir myndini

 

Áhugin fyri vektlyfting er stórur

Áhugin fyri tungari vektlyfting veksur altíð nógv eftir slíkar kappingar, men tað er ikki bara bara at venja til at kappast ímillum Føroya sterkastu menn.

 

- Tað tekur avbera langa tíð at venja til sovorði. Ein kann ikki bara melda seg til, tá ið vektirnar eru so enormar. Tað koma altíð fleiri til eftir sovorðnar kappingar. Tað er heilt ótrúlig interessa og fyrispurningar um, hvar og hvussu ein kann venja til slíkar kappingar, sigur Jákup, ið heldur tað vera lættast at venja til slíkar kappingar, tá ið mann er innanfyri Havnina.

 

Hvíld áðrenn kappingina

Nógv venjing skal til, tað vita tey flestu, men akkurát hvussu nógv? Bjarni Nielsen etur, venur og planleggur í 15-20 tímar um vikuna. Vikuna áðrenn kappingina tekur hann tað heldur róligari.

 

- Eg fyrireiki meg við at gjøgunumganga alt, sum eg meti kann henda, og so haldi eg meg annars vekk frá at lyfta nakað í einar 5 dagar fyri at hvíla likamið, sigur Bjarni, ið er klárur at fara í eldin í kvøld.

 

 

Vónirnar eru góðar - bæði so og so

 

- Áskoðararnir skuffa ongantíð. Tað eru trúfastir áskoðarar, ið koma at hyggja, og teir eru vit sera glaðir fyri. Vit vænta líka nógvar sum undanfarnu árini, sigur Jákup Jacobsen.

 

- Vónirnar eru at vinna kappingina, tað er tað altíð hjá mær, sigur Bjarni Nielsen.

 

Kappingin byrjar kl. 18 í høllini á hálsi, og í morgin verður kappingin Fitness Føroyar, ið byrjar kl. 17. Røddin verður sjálvandi á staðnum og fara at senda live frá snapchat og instagram. Fylgið við!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.