Backstage við trimmaðum monnum og kvinnum

Backstage við trimmaðum monnum og kvinnum
Hvat munnu tey, ið vit onnur ofta blanda við livandi Barbie og Ken, fáast við, áðrenn tey vísa fram sínar flottu kroppar á palli? Vit eru backstage til FM fitness 2016
01.06.2016 - 23:45

Pætur Jákupsson hevur skrivað

 

Hevur tú nýliga staðið hálvnakin framman fyri speglinum og spurt, hvør eigur flottasta kropp í hesi verð? Kanska var svarið “tú”, men hvítar lygnir eru onkuntíð í lagið. Hesar myndir eru av teimum, ið lyfta vælkenda lyftið um summarkroppin á eitt heilt annað loft.

 

Glitrandi bikini og shorts

Í ár snúði FM fitness kappingin seg einans um at hava væl trenaðan og formaðan kropp, og um hvussu væl mann dugdi at vísa hann fram sambært kappingarreglunum. Allar kvinnurnar vóru í glitrandi bikini og menninir í summarsligum shorts.

 

Tey gera seg so smátt til reiðar at spenna og posera.

 

Twix og vodka

Bommpakkar, Twix, hunangur og vodka liggja á einum borði. Eg spurdi nakrar av monnunum, hvussu kosturin var dagarnar undan kappingina. Stutta av tí langa er, at ongin teirra hevði verið á nøkrum serligum kuri. Dagin fyri og sama dag høvdu teir m.a., etið úr Burger King, pylsur úr Effo, nógv kips o.s.fr. Teir skulu hava nóg mikið av kolhydratum.

 

Ímeðan teir hita upp, eta teir rískeks við hunangi, bomm og sjokolátu. Brádliga samlast teir og drekka eitt skot av vodka við hunangi í. Eg spyrji hví, men tað er bara tí.

 

Borðeitt við Bilum og Haribo

 

Brúnari enn flest

Øll eru smurd við brúnum smyrsli, ið ger tað lættari at síggja smærri detaljur í kroppinum. Tað skal smyrjast væl og ofta. 

 

 

Upphitingin

Tá tað stundar til, at tey skulu á pall, tríva tey í at lyfta og spenna. 

 

 

... Og so framman fyri speglinum.

 

 

Showtime!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.