- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuttligastu røvarasøgurnar frá G! vaktunum
Tað eru ikki øll fólk, ið eru líka eftirlætin fyri reglunum. "Ongar glasfløskur við inn á tjaldingarøkið og heldur einki rúsdrekka við inn á økið." At gjalda omanfyri 1000,- kr fyri vikuskiftispass eru øll heldur ikki heilt við uppá.
Vit hava prátað við vaktarsamskipararnar Einar Martin Hjalt Jacobsen, Rók Eyvindsson og Róar Dalsgaard, sum siga frá nøkrum stuttligum søgum, har fólk hava roynt eydnuna.
Fólk eru kreativ, tá tey skulu smugla rúsdrekka inn á økið
- Tað mest vanliga, tá fólk skulu hava gløsfløskur inn á tjaldingarøkið, er, at fólk smekka eina fløsku inn í soviposan. Vit hava ikki loyvi at róta í taskum, einans at opna tær og føla eftir, so fólk krógva ofta fløskur mitt í taskum eisini, fortelur Róar Dalsgaard.
- At menn koyra fløskur niður í undirbuksirnar er eisini vanligt, umframt at fólk krógva fløskur í ermum og hosum. Tað kemur eisini fyri, at damur krógva fløskur ímillum boppurnar. Ja, í einari av søgunum hevði ein dama heilt uppi í sjeytiárunum nýtt hetta "triksið."
Ein onnur stuttlig søga er, at ein var komin við einum fransktbreyði. Hann hevði gravað allan innmatin burturúr, sett eina fløsku í ístaðin og síðan lagt breyðið í breyðposan aftur. Viðkomandi varð fangaður, tí at breyðið kendist nakað tungt, søgdu vaktirnir.
Barnafamiljur gera sær eisini dalt av sínari støðu
- Tað kemur ofta fyri, at barnafamiljur biðja smærri børn bera rúsdrekkafløskurnar inn; tey lítlu børnini verða jú ikki kannað í sama mun sum tey vaksnu. Eisini kemur fyri, at fólk nýta barnavognar til at smugla við."
Ikki akkurát tann sterotypiska barnafamiljan...
Vaktirnir siga tó, at fólk eru hampilig, um tey verða fangað og gera vanliga ikki nakra senu.
Fólk snýkja seg sanniliga eisini inn
- Nøkur triks eru, at fólk fara í gamlar vakt-vestar og sleppa soleiðis inn. Onnur royna sjálvandi eisini tað klassiska, sum er at loypa upp um ella sleppa undir hegnið á onkran hátt.
Einar Martin sigur tó, at heili 20 vaktir eru kring økið fyri at fyribyrgja júst hesum, so tað verður trupult í ár.
- Vit hava nógvar vaktir á í ár, so vit vænta ikki, at hetta verður ein trupulleiki. Eg minnist tó eitt ári; tá hevði eitt hol verið niðarliga á hegninum einastaðni, og fólk høvdu funnið útav hesum. Tey fingu so kroyst seg ígjøgnum hetta holið. Aftaná finna vit tó útav, at júst hetta staðið er har, ið pissið frá festivalinum er runnið út. Karma vildu nøkur nevnt hetta...
Maður svam yvirum, lurtaði og svam síðan heimaftur
Síðsta ár vísti tað seg eisini, at fólk hava gingið og hoppað á steinum niðri í fjøruni fyri at sleppa yvirum, umframt at ein maður svam yvir á sandin í vátdrakt, lurtaði eftir Eivør og svam síðan heim aftur.
- Eitt annað øgiliga vanligt er, at fólk klippa atgongumerkini soleiðis, at tey kunnu rætta fólki hinumegin hegnið atgongumerkini. Vit hava tó funnið útav, hvussu vit kunnu steðga hesum, so tað verður eingin trupulleiki í ár.
Teir tríggir eru tó spentir uppá festivalin. Teir merkja, at stemningurin er góður, so hetta skal nokk eydnast væl.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |