Lesarabræv: Ung fyri Miðflokkin ynskir ikki at hækka lestrarstuðulin!

Egin mynd
Lesarabræv: Ung fyri Miðflokkin ynskir ikki at hækka lestrarstuðulin!
Ung fyri Miðflokkin vilja ikki, at studningurin skal hækka, Tey halda, at hetta er at søpla peningin hjá skattaborgaranum burtur
18.08.2016 - 23:30

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt lógaruppskot hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Uppskotið snýr seg um at hækka mánaðarliga studningin til lesandi á hægri útbúgving úr 3.815 krónum upp í 4.315 krónur. Umframt hetta skal mánaðarligi barnastudningurin til lesandi foreldur hækkast 34 krónur, og einligir forsyrgjarar skulu fáa studning í 12 mánaðir, heldur enn teir 11 mánaðirnir, ið lesandi vanliga fáa. Í lógaruppskotinum stendur, at samgongan áhaldandi ætlar sær at leggja nýggj uppskot fram næstu trý árini um at hækka ymsar lestrarstuðulsupphæddir umleið seks milliónir krónur árliga.

 

 

Eiga at seta fleiri spurnartekin við uppskotið

At seta pengar av fíggjarlógini til fólk er altíð lætt og dámligt hjá teimum, sum fáa pengarnar, men tá talan nú er um skattaborgarans pening, eigur stjórnin at spyrja, um hendan upphæddin er rímilig. Altso mugu vit spyrja, hví Mentamálaráðið vil hækka lestrarstuðulin.

 

Mentamálaráðið viðmerkir til lógaruppskotið, at “málið er at fáa føroyska lestrarstuðulin á hædd við tað, sum føroyingar hava rætt til, tá ið tey lesa uttanlands”.

 

Sambært Studni er lestrarstuðulin munandi størri í Føroyum enn í Íslandi, Noregi og Svøríki. So upphæddin er longu størri enn tað, føroyingar hava rætt til í flestu av okkara næstu grannalondum. Gamaní er studningurin eitt sindur lægri í Føroyum enn í Danmark, men vert er at minna á, at Danmark veitir heimsins hægsta studning.

 

 

Umsøkjaratølini seta met hvørt ár

Mentamálaráðið viðmerkir eisini, at “samgongan hevur sett sær fyri at bøta um korini hjá lesandi í Føroyum, so fleiri lesa og støðast í Føroyum”. Hetta ætlar samgongan at gera við at hækka lestrarstuðulin. Men hevur lestrarstuðul so stóra ávirkan á, hvørt fólk velja at lesa í Føroyum?

 

Fróðskaparsetur Føroya hevur í ár eitt metstórt umsøkjaratal. Talið á umsøkjarum vaks næstan 50 prosent úr 379 í fjør upp í 563 í ár. Somuleiðis er talið á lestrarplássum vaksið úr 248 í fjør upp í 409 í ár. Sambært Fróðskaparsetrinum er umsøkjaratalið vaksið støðugt seinastu árini. Hesin stóri vøksturin av ungum, sum velja at lesa í Føroyum er komin, hóast lestrarstuðulin ikki er hækkaður í fleiri ár. So tað passar ikki, at talið á lesandi og lestrarstuðli fylgjast lutfalsliga uppeftir.

 

Fyri nøkrum árum síðan lækkaði mann lestrarstuðulin til tey flestu miðnámskúlalesandi, men í dag síggja vit, at umsøkjaratølini hóast alt hava sett met næstan hvørt ár á øllum miðnámskúlum í landinum, síðan henda stuðulsupphæddin varð broytt.

 

So um vit m.a. við grundgevingunum hjá landsstýriskvinnuni skulu meta um, hvørt tað er rímiligt at brúka seks milliónir krónmur næsta ár til at hækka lestrarstuðulin, so er svarið frá okkum eitt greitt “nei!”. Tí vilja vit ikki, at Løgtingið samtykkir hetta lógaruppskotið.

 

 

Loysnin er betri møguleikar fyri lestraríbúðum

Vit viðurkenna tó, at hjá fleiri lesandi kann tað vera torført at fáa endarnar at røkka saman, og tí halda vit sjálvandi, at korini eiga at betrast, so leingi tað er rímiligt. Lesandi eiga at fáa betri møguleikar fyri at fáa eina lestraríbúð at støðast í undir lestri.

 

Vit vilja eisini, at mann heldur enn at hækka sjálvan lestrarstuðulin, betrar um møguleikan hjá lesandi at fáa eitt hægri rentufrítt lestrarlán frá landinum, enn tey fáa í dag. Eisini skula lesandi hava hægri botnfrádrátt, soleiðis at tey kunna arbeiða uttan at vera skattað ov skjótt.

 

Um vit saman við hesum broytingum eisini arbeiða støðugt við at lækka prísstøðið í Føroyum, so hava vit framt tríggjar rímiligar broytingar, sum gera stóran mun hjá lesandi í Føroyum. Hettar er nakað, sum samgongan miðvíst átti at arbeitt við, heldur enn at oyðsla við pengunum hjá fólkinum.

 

Vert er eisini at viðmerkja, at allir sjey nevndarlimir hjá UfM hava verið, eru ella fara undir hægri lesnað.

 

 

Vegna nevndina í Ungum fyri Miðflokkin

Jón Steintún, næstformaður

Aksel Berg, nevndarlimur

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.