Vit drepa lívsgrundarlagið á jørðini

Vit drepa lívsgrundarlagið á jørðini
- Um vit framhaldandi skulu liva á jørðini, er samfelagskósskifti neyðugt, og tað hevur bráðskund
04.11.2016 - 13:00

Soleiðis sigur Ingmar Valdemarson Á Løgmansbø, ein av stigtakarunum til umhvørvisátakið Ringrás. Hví má samfelagsskipanin broytast? Hvussu týna vit menniskju lívsgrundarlagið á jørðini? Hvat skal gerast? Les greinina hjá Ingmari niðanfyri. 

 

 

Ring rás ella ringrás? 

Veruleikin er mangan torførur at góðtaka, men um vit framhaldandi skulu vera før fyri at trívast á hesari klótu, er neyðugt at skúgva allar glansmyndir og hvørvisjónir til viks og hyggja beint í eyguni á avskeplaðu spegilsmyndini hjá okkara heimssamfelag.

 

Føroyar eru ein liður í einum heimsumfatandi altjóða samfelag, sum í løtuni er í gongd við at týna lívsgrundarlagið á jørðini. Føroyingar liva ikki, sum fyrr, beinleiðis av tilfeingi í nærumhvørvinum, men heldur er okkara yvirlivilsi treytað av innflutningsvørum, sum stava frá øllum heraðshornum. Á hendan handilstengda hátt er støðan í Føroyum bundin at støðuni aðrastaðni. Men um vit hyggja at hesum viðurskifti frá einum vistfrøðiligum sjónarhorni, so gerst greitt, at meiri grundleggjandi er alt livandi á jørð knýtt saman av sínamillum treytan.

 

Hetta er heilt ítøkiliga tí, at vit búgva á einari planet í umferð um stjørnuna, vit nevna sólin. Hendan planet hevur, mótvegis hinum í sólarskipanini, eina heimsumfatandi livandi vistfrøðiliga skipan, sum í síni heild myndar tað, ið vit kenna sum liviligar umstøður. Ætið í sjónum og vøksturin á landi taka CO2 úr luftini og fáa við hjálp frá sólini orku burturúr at umgera tað til ilt, meðan kolið verður bundið í organismuni, og á tann hátt mynda tey okkara luft og veðurlag. Orkan frá sólini verður á tann hátt tøk hjá plantuátarum at gagnnýta, og hetta loyvir rovdjórum sína tilveru. Allir liðirnir í hesi skipan, frá minstu smálutunum til størstu djórini, hava týdning í viðbrekna samspælinum, vit nevna lív.

 

Men slíkt er torført at gera sær far um, tá ársroknskapurin skal gerast, iPhone 7 júst er komin út, og kloakkin skuldi leggjast út á streymasjógv í fjør.

 

 

Sum gongdin er nú, um vit halda fram á somu ringu, einsrættaðu rás, har løtuvinningur og tráan eftir áhaldandi fíggjarligum vøkstri (á hesi jørð við avmarkaðum tilfeingi), mynda okkara samfelag, er framtíðin ikki bjørt. Vit hava í mongum førum longu gjørt ómetaliga stóran skaða. Høvini flóta í plasti, djór útdoyggja við einum títtleika, ið er millum 100 og 1000 ferðir hægri enn vanligt, og sambært nýggjastu metingini hjá WWF (World Wildlife Foundation) minkaðu heimsins samlaðu stovnar av ryggdjórum (fiski, fugli, súgdjórum, frosk- og skriðdjórum) við 58% tey seinastu 42 árini (1970-2012), samstundis sum veðurlagsbroytingar gera støðuna alsamt verri.

 

So eingin iva kann longur vera um, at tað er alneyðugt at taka í egnan barm og skifta verandi kós til eina rás inn í framtíðina, har samfelag okkara verður skipað eftir teimum treytum og avmarkingum, sum náttúran áleggur okkum.

 

Fyrsta stig í hesum kósskifti er at skipa okkara virksemi, eins og natúrligt er, sum eina ringrás, har tilfeingi er í áhaldandi umferð. Til tess at eggja til ovurnýtslu framleiða vit í dag vørur við tí í hyggju, at tær skulu halda sum stytst og gagnnýtast sum minst, soleiðis at fólk allatíð noyðast at keypa meira. Í staðin mugu vit hava ein ringbúskap og ein tørvbúskap, har verulig lívsgóðska verður raðfest heldur enn kvantitiv mál so sum búskaparvøkstur.

 

 

Tey ungu eiga framtíðina og harvið hesa byrðu, ið undanfarnu ættarlið hava latið børnum sínum í arv. Vit mugu standa saman um at handfara hesar avbjóðingarnar, ið mest av øllum koma at merkja okkum og børn okkara, jú longur lív okkara strekkja seg inn í óvissu framtíðina fyri framman.

 

Sum eina byrjan uppá hetta arbeiðið hava vit, við stuðli frá Tórshavnar Kommunu og Hiddenfjord, tikið stig til umhvørvisátakið Ringrás, sum í løtuni leggur dent á at varpa ljós á plastdálking í Føroyum og í heimshøpi. Vit uppsøkja plastdálking í føroyska umhvørvinum, dokumentera hana í myndum og filmum og beina fyri henni sum best ber til eftir núverandi kørmum hjá IRF. Á tann hátt vóna vit at sjónliggera trupulleikan, soleiðis at fólk, bæði sum einstaklingar og sum umboð fyri almennu fyrisitingina og landsins myndugleikar, taka hann í álvara.

 

 

Mánadagin 24. oktobur ruddaðu vit saman við Náttúru- og Djórabreytini á Nám X úr Eysturskúlanum eitt vegastrekki á umleið 1,2 km framvið Hvítanesvegnum, og har funnu vit burturkast upp í fimm stórar sekkir. Vit hava gjørt ein film um tiltakið, og hann er at finna á youtube á leinkjuni niðanfyri.

 

 

Vit stremba eftir at koma landið runt við hesum átaki, og vóna at fólk fara at boða okkum frá um dálkað økir, ið hava tørv á einari hjálpandi hond. 

 

Fylgið við Ringrás á: 

Facebook

Youtube 

Instagram

 

 

Aðrar greinar um virksemi hjá Ringrás : 

Dýrkeyptur løtuvinningur - náttúran gerst fátøk 

Video - Leitisvatn er gravskitið

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.