- kanska eri eg bara fødd til at vera tann, sum skal syngja

- kanska eri eg bara fødd til at vera tann, sum skal syngja
Í nýggjum døgum sprírar tónleikur nógv millum ung. Tað eru nógvir ungir tónleikarar í Føroyum, og hesa ferð hevur Røddin fingið fatur á Ester Skála
26.08.2017 - 19:14

Tóra Pálsdóttir Isholm og Sólveig á Torvlaðnum hava gjørt samrøðuna 

 

Ester er 18 ára gomul og er júst flutt til Føroya eftir at hava gingið eitt ár á einum donskum bíbliu-eftirskúla, ið kallast Euroclass. Til dagliga gongur hon í 1.g í Hoydølum, har hon gongur á listaleið. Líka síðan Ester var heilt lítil, hevur hon sungið, og longu í 7. flokki fór hon í holt við at skriva egnar sangir. Hon hevur sjálv lært seg at spæla klaver, garage band, og at syngja.   

 

Afturat tónleiki hevur hon stóran áhuga innan list. Hon bæði teknar og málar, men sum hon sjálv sigur, so dámar henni best at tekna. Hon hevur millum annað málað vegginar inni í kamarinum hjá sær og hevur nógvar tekningar inni í hennara kamari. Ester fortelur eisini, at við tónleiki og list, so hevur hon altíð ein máta at sleppa sær av við kenslurnar, tá lívið gerst trupult. Um hon sjálv skuldi lýst sín tónleik, so vildi hon mett, at hann fylgir hennara perónligu upplivingum og kenslum.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.