- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orka geva nýtt videolag út
Orka geva nýtt videolag út
Latið inn hevur Eir Nolsøe hin Frí, 07/04/2014 - 17:06- Rita inn til at gera viðmerkingar
Orka geva nýtt videolag út
Orka, sum í juni góvu fjórðu fløgu sína út, eru aktuell við einum nýggjum videolagi, sum Kirstin Helgadóttir hevur filmsstjórnað.
04.07.2014 - 16:15
Orka góvu í dag út nýggja sjónbandalagið "Leipzig III - We Have Fallen Into Each Other". Listakvinnan Kirstin Helgadóttir hevur filmsstjórnað marglitta sjónbandið, og er tað Sámal Blak, pall-sniðgevi, hevur gjørt maskuna í sjónbandinum.
Lagið er av fjórðu fløguútgávuni hjá Orka, sum kom út 4. juni. Fløgan ber heitið Leipzig, sum kemur av, at helvtin av grundunum eru tiknar upp í einum týskum biografi frá undan krígstíðini. Nakrar eru somuleiðis upptiknar í Sjibrandahuis í Hollandi. Les meira um fløguna her.
G! festivalurin kunngjørdi í dag, at Orka verður at hoyra í Gøtu um tvær vikur.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




