Nóllywood stuttfilmur: Gongdin

Nóllywood stuttfilmur: Gongdin

Nóllywood stuttfilmur: Gongdin
Filmssummarskúlin Nóllywood loyvir ungum filmsáhugaðum at royna seg í filmi. Her er úrslitið frá skeiðnum í summar.
26.07.2014 - 00:45

Omanfyri er filmurin frá ársins Nóllywood at síggja. Filmurin eitur "Gongdin" og snýr seg um lívið aftaná deyðan. Hjálmar Dam og Jenny Reinert Petersen eru leikararnir, og framleitt hava tey ungu, ið vóru á skúlanum í summar.

 

- Gongdin er ein stuttfilmur, ið lýsir lívið aftaná deyðan. Leikstjórin, Elias Magnussen, hevði eina visión um, hvussu tað kundi vera, um lív var aftaná deyðan. Tað, sum hann hugsaði, var, um mann kundi enda í einum bíðirúmi, sum so er gongdin, hann er í, sigur Benjamin Hansen, sum var fotografur til stuffilmin.

 

Filmssummarskúlin Nóllywood varð í ár hildin á Fólkaháskúlanum í Havn í døgunum millum 30. juni og 9. juli. Skúlin er fyri ung millum 14- og 18 ár, og hevur hini árini verið hildin í Nólsoy, har navnið eisini kemur frá. Staðið fyri undirvísingini í ár hava Rógvi Rasmussen og Maria Winther Olsen.

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.