- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristina Bærendsen við nýggjum sjónbandalagi
Kristina Bærendsen við nýggjum sjónbandalagi
Latið inn hevur Katrin Dahl Hanusson hin Ley, 05/09/2015 - 21:55- Rita inn til at gera viðmerkingar
Kristina Bærendsen gav herfyri út fløguna Nothing’s Here to Stay. Fyrsta staklagið av fløguni er Johnson City, ið nú er gjørt til sjónbandalag.
Sjónbandalagið er tikið upp í Nashville, tá Kristina var har yviri og tók sangin upp til nýggju fløguna í fjør summar. Tað er Friisframe, ið hevur framleitt og upptikið.
Kristina er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tískil hevur Kristina fingið nýggja heimasíðu, kristina.fo, ið er tøk á bæði føroyskum, donskum og enskum. Á heimasíðuni ber til at síggja nýggja sjónbandalagið hjá Kristinu og eisini aðrar framførslur hjá henni. Eisini ber til at hoyra tónleik umvegis Spotify.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




