Eftir at hava hoyrt og sæð sangin og videolagið "Chick Chick" hjá Wang Rong ber illa til at siga annað, enn sum mann sigur á góðum enskum: "WTF?"
Kinesiska Wang Rong er klár til at bergtaka internetið við "Chick Chick". PSY gjørdi tað í 2012 við sínum "Gangnam Style", ið hevur hyggjaramet á Youtube. Norska duoin Ylvis kom í fjør við "What Does the Fox Say?", og nú sær tað nokk út til, at vit koma til at dansa sum hønur á dansigólvunum komandi vetrarnæturnar.