Navnframi bólkurin, Byrta, er aktuellur við nýggja sjónbandalagnum, Andvekur.
Guðrið Hansdóttir er í Føroyum, og Janus Rasmussen er í Íslandi. Tað hevur kortini ikki verið nøkur forðing hjá havnarmanninum, Heiðriki á Heygum, at framleiða sjónbandalagið tvørtur um landamørk. Parturin hjá Janusi er tikin upp í Íslandi, meðan parturin hjá Guðrið er tikin upp í Føroyum.