Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 13. sending
01-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?

Tað var ikki fyrr enn seinast í 1960- og fyrst í 1970-árunum, at privatfólk av álvara fóru at fáa sær bil í Føroyum.
Og hetta sást eisini aftur í samferðslumynstrinum. Nógvar hýruvognsstøðir vóru tá, eins og skipaður bussflutningur eisini var um landið.
Í Klaksvík vóru eisini fleiri hýruvognstøðir, samstundis sum Auto við Hjørleif Waag Høgnesen eisini hevði fasta rutukoyring við bussi, ið, eftir niðaravegi, koyrdi frá Kósini út á Bumshamar.
Ein onnur reglulig farleið var eisini um vágnað, og tað var við ferjuni Selurin, sum J. F. Kjølbro átti, og sum sigldi millum Stengurnar og Gomlu Klaksvíkina meginpartin av sekstiárunum.
Vit tosa við Almu Petersen, sum eisini minnist, tá ið Óla Jákup Jacobsen fergaði millum Stengurnar og Gomlu Klaksvíkina, Jógvan Ravnsfjall, sum útgreinar hesa fergusigling, og Leivur Andreasen, sum var skipari við Selinum, og sonin Jákup, ið plagdi at vera við, tá ið hann var smádrongur.
Vit hitta eisini Finnleif Durhuus, sum í mong ár var leiðari av vegaumsitingardeildini hjá Landsverki. Finnleif tekur saman um stóru vegagerðirnar, ið fórui fram frá 1955 til 1970. Eisini sigur hann okkum søguna um Oyggjarvegin og hví hann ikki varð samanbundin beinenvegin.
Magnus Gunnarson - Maggi, sigur okkum eisini, hvussu hann minnist tíðina fyri Oyggjarvegurin varð samanbundin á sumri 1966.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril kollvelti føroyska samfelagið
25-11-2021
Tveir hýruvognar vórðu tiknir á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík
18-11-2021
Norðskálatunnilin og Brúgvin um Streymin kollveltu føroyska samferðslukervið. Við nýggjum samrøðum og søguligum upptøkum verður hugleitt um týdningin av hesum sambandi
11-11-2021
Fyrst í 1970-árunum verður farleiðin um Leirvíksfjørð dagførd. Vit hugleiða um farleiðina, Ternuna, havnaløgini í Leirvík og í Klaksvík, og frætta um serligar hendingar
04-11-2021
Veturin 1973/74 verður Barsskor umbygdur munandi, Gertrud Joensen sigur okkum um ein dramatiska hending við Barsskor í Mikladali, og Per á Hædd lýsir umhvørvið á Stongunum
28-10-2021
Nógvar íløgur verða gjørdar í veganetið í 1970-árunum, vatnflogfar skal flúgva innanoyggja, og hetlendingar lata fýra bilferjur byggja á Tórshavnar Skipasmiðju
21-10-2021
Tvær nýggjar bilferjur verða bygdar til siglingina um Vestmannasund í 1970-árunum, hin fyrri Sam í 1970 og hin seinri í 1975
14-10-2021
Í 1970-árunum henda stórar útbyggingar á samferðsluøkinum. Men hetta er eisini eitt tíðarskeið við oljukreppu, útróðrarverkfalli, og einari rúsdrekkalóg, sum verður feld
07-10-2021
Edmund Joensen, Birgir Enni og Tummas Olsen siga frá, um tá ið Brúgvin um Streymin varð bygd, eins og vit hoyra søguligar upptøkur
30-09-2021
Tunlarnir norður um fjall skotnir ígjøgnum og alment tiknir í nýtslu
12-06-2021
Siglingin við bilum og fólki í Sundalagnum í 1960-árunum er bæði spennandi og fjølbroytt
05-06-2021
Mykines, Slættanes, heimabygdi Norðurstovubussurin, og valuta loyvi
29-05-2021