Frá fyrsta Smirli til í dag

Brúgvin um Streymin hevði kostað góðar 94,2 milliónir kr. í dag
30-09-2021
Edmund Joensen, Birgir Enni og Tummas Olsen siga frá, um tá ið Brúgvin um Streymin varð bygd, eins og vit hoyra søguligar upptøkur

Nógv fólk vóru samankomin hin 30. oktober 1973, tá ið Brúgvin um Streymin alment varð tikin í nýtslu, og í hesari sendingini hoyra vit brot frá hátíðarhaldinum og røðunum hjá Mikkjali Helmsdal, landsverkfrøðingi, Peturi Zachariassen, bygdarráðsformanni í Hvalvík, Jógvani Mørkøre, bygdaráðsformanni á Eiði, og Atla P. Dam, løgmanni. Eisini eru vit til staðar, tá ið grótbyrgingin um Streymin á vári 1970 ger tað landfast millum Eysturoynnað og Streymoynnað.
Vit hitta eisini Edmund Joensen, sum minnist tíðina, tá ið Brúgvin varð gjørd, eitt nú hugleiðir hann um sonevnda Ho Chi Minh vegin. Tummas Olsen, verkfrøðingur, varð knýttur at verkætlanini við at gera Brúnnað um Streymin á vári 1971, og Tummas sigur okkum um eitt nú projekteringina og gerandisdagin, meðan brúgvin varð gjørd. Fyrsta arbeiðið hjá Birgiri Enni sum vinnukavari var við Brúnnað um Streymin. Og saman við Birgiri verður eitt nú nomið við landssynningsóðnina, ið eitt nú rakti arbeiðið við brúnnið í januar 1972.
Tú kanst hoyra sendingina her, og talan er um longdu útgávuna!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Læknabáturin Medicus, fleiri mjólkarbátar, við Kvikk til Havnar, og vanlukka í Vestmannasundi
20-02-2021
Vegagerð tíðliga í farnu øld og siglingin hjá Olafi Olsen, Olaf á Stongunum, í Norðoyggjum
13-02-2021
Sera snøggi dampbáturin Ruth og framskygda partafelagið Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik
06-02-2021
Eitt risastórt framstig, tá ið Smiril kom í 1895. Og vit taka saman um samferðsluviðurskiftini, áðrenn Mortensens menninir tóku stig til Smiril
30-01-2021
  •