Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 28. sending
25-11-2021
Smyril kollvelti føroyska samfelagið

Fleiri risatøk verða tikin á samferðsluøkinum í 1970-árunum, og eitt tað størsta er, tá ið danska bilferjan Morten Mols á sumri 1975 verður keypt til Føroyar og fær navnið Smyril, samstundis sum tann Smyril, ið varð bygdur á Tòrshavnar Skipasmiðju í 1967, fær navnið Dúgvan.
Smyril kemur til landið, samstundis sum Meginfelag Útróðrarmanna skipar fyri sonevnda útróðrarverkfallinum, ið eitt nú hevur við sær, at meginfelagið stongir Oyggjarvegin, útróðrarbátar forða fyri ferðslu inn og út av vágnið í Klaksvík, eins og Smyril ikki sleppur at bryggju í Havn, tá ið hann á fyrsta sinni kemur til Føroyar.
Seinast í mai mánað leggja allir útróðrarbátarnir stillt, og 5. juni stevna einir 40 útróðrarbátar til Havnar, og hetta hevur eitt nú við sær, at nýggi Smyril ikki sleppur at bryggju.
Og hetta hevði eisini nakrar serligar avbjóðingar við sær, tá ið Smyril skal fara í uttanlandssigling á fyrsta sinni.
Í sendingini verður tosað við Kára Thomassen, Jóannes Hansen, Thomas Arabo, Jógvar Sundstein, Jógvan Durhuus og Jógvan Arge.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Læknabáturin Medicus, fleiri mjólkarbátar, við Kvikk til Havnar, og vanlukka í Vestmannasundi
20-02-2021
Vegagerð tíðliga í farnu øld og siglingin hjá Olafi Olsen, Olaf á Stongunum, í Norðoyggjum
13-02-2021
Sera snøggi dampbáturin Ruth og framskygda partafelagið Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik
06-02-2021
Eitt risastórt framstig, tá ið Smiril kom í 1895. Og vit taka saman um samferðsluviðurskiftini, áðrenn Mortensens menninir tóku stig til Smiril
30-01-2021
  •