Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 30. sending
09-12-2021
Nógv stendur á landsstýrinum, suðuroyingar mótmæla, og skjóttgangandi tvíkiljan Hornøy kemur til landið

Á sumri 1979 fer Smyril undir fjórða árið, har ið skipið er í uttanlandssigling, og hetta hevur avbjóðingar við sær á suðuroyarfarleiðini, tí at landsstýrissamgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin ikki kann semjast um keyp av einum nýggjum skipi til uttanlandssiglingina. Suðuroyingar mótmæla, og fyrst í juli mánað kemur skjóttgangandi tvíkiljan Hornøy, sum strandferðslan hevur leigað úr Noreg, til Føroyar.
Vit skifta orð við Thomas Arabo, sum var stjóri á Strandfaraskipum Landsins, og Sofus Jacobsen, sum var stýrimaður umborð á Hornøy, eins og vit eisini hoyra forkunnug brot úr søgusavni kringvarpsins.
Eisini skifta vit orð við Sigfríð Joensen, sum í 38 ár hevði oljuavgreiðsluna í Hvannasundi um hendi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Læknabáturin Medicus, fleiri mjólkarbátar, við Kvikk til Havnar, og vanlukka í Vestmannasundi
20-02-2021
Vegagerð tíðliga í farnu øld og siglingin hjá Olafi Olsen, Olaf á Stongunum, í Norðoyggjum
13-02-2021
Sera snøggi dampbáturin Ruth og framskygda partafelagið Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik
06-02-2021
Eitt risastórt framstig, tá ið Smiril kom í 1895. Og vit taka saman um samferðsluviðurskiftini, áðrenn Mortensens menninir tóku stig til Smiril
30-01-2021
  •