Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 41. sending
24-03-2022
Tveir serstakir Volvo bussar við hvør sínari spennandi søgu. Annar er í dag partur av Danmarks Jernbanemuseum í Odense, og hin varð keyptur frá Simon Spies

Mong minnast tann stóra, reyða Volvobussin hjá Kriss, sum koyrdi við skúlabørnum frá 1968 til miðskeiðis í 1980-árunum. Og hesin bussurin, sum er frá 1957, er í dag ein av teimum mongu og sera forkunnugu savnslutunum á Danmarks Jernbanemuseum í Odense.
Vit tosa við René Schrøder Christensen, ið er granskingar- og savnsleiðari á Danmarks Jernbanemuseum, og Eydis Niclasen, Djóna Nolsøe Joensen og Símun Jóannessarson Hansen, ið øll hava góð minnir frá tíðini, tá ið tey sum børn koyrdu í bussinum hjá Kriss.
Ein annar sermerktur bussur, ið eisini hevur eina spennandi søgu, er Volvo bussurin, sum Sámal Bláhamar keypti frá Simon Spies í 1984, og sum fekk navnið Tora. Og í hesari frásøgnini tosa vit við Tórhardu og Sámal Bláhamar um bussin, samstundis sum tað eisini verður nomið við Mercedes limosinuna, ið fekk navnið Diddan.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Læknabáturin Medicus, fleiri mjólkarbátar, við Kvikk til Havnar, og vanlukka í Vestmannasundi
20-02-2021
Vegagerð tíðliga í farnu øld og siglingin hjá Olafi Olsen, Olaf á Stongunum, í Norðoyggjum
13-02-2021
Sera snøggi dampbáturin Ruth og framskygda partafelagið Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik
06-02-2021
Eitt risastórt framstig, tá ið Smiril kom í 1895. Og vit taka saman um samferðsluviðurskiftini, áðrenn Mortensens menninir tóku stig til Smiril
30-01-2021
  •