Klóturnar

Klóturnar 2
06-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti

2. partur - Systrarnar báðar - Jørðin og Mars Tíðliga í søguni um klóturnar var ein vøkur vatnverð til, ein oasa av vón í annars lívssøra alheiminum. Men hetta var ikki jørðin - hetta var hin unga Mars. Brian Cox professari heldur ferðina fram í sólskipanini og avdúkar, at einaferð var ikki bert hin eina men tvær bláar klótur. Í fleiri milliónir ár var hav á tokufjaldu Mars. Um hetta mundið var nógv minni liviligt her á jørðini. Í dag er Mars ein oyðin verð, men einaferð hevði hon sama potentiali sum jørðin. Tí kunnu vit spyrja stóra spurningin: spretti lív á báðum klótunum? Í leitanini eftir svari eru ætlanir um at seta fólk á reyðu gongustjørnuna.

Klóturnar

Í hesi merkisverdu røðini, verður sagt frá serligu lívssøguni hjá sólskipan okkara. Røðin avdúkar ófatiligan vakurleika og stórleika á 8 gongustjørnum, hvørs søgu vit júst so smátt eru byrjað at skilja.

Røðin er í fimm pørtum. 

- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
27-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
20-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
13-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
06-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
30-01-2022