Nert ikki við

Vit nerta við sjálvmorð
10-03-2023
P6
Í dag stríðast fleiri við torførar tankar og kenslur, og hava ringt við at finna meining í lívinum. Við vón um broyting, nerta vit í dag við viðkvæma evnið sjálvmorð

Vit byrja við eini ávaring:

Prátið í dagsins parti kann ávirka fólk, ið hava sjálvmorðstankar ella eru sjálvmorðshótt. Um tú stríðist ella hevur onkran tætt at tær, ið stríðist, ber til at tær professionella hjálp. Umframt at tosa um kenslurnar, ber til at fáa hjálp hjá eitt nú kommunulækna ella vaktlæknanum á telefonnummar 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata. Ung fólk kunnu eisini seta seg í samband við Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á telefonnummar 116111.

Hagstova Føroya vísir á, at tølini fyri sjálvmorð í Føroyum seinastu tíggju árini eru 28 menn og fýra kvinnur. Síðani upplýsa tey at fyri hvørt sjálvmorð er talan um umleið tíggju sjálvmorðsroyndir.

Í partinum í dag tosa vit við Óluvu Jóhannu Sárudóttir um at vera avvarðandi at sínum besta vini og sjeiki, ið setti punktum við lívið sum heilt ungur. Vit hoyra um, hvussu hetta ávirkaði hana, og um kensluna av ikki at vita, hvat ið hon skuldi gera við seg sjálva aftaná hendingina, og hvussu hon skuldi koma víðari.
"Tað er ikki farin ein dagur, har ið eg ikki havi hugsað um hann. Mann gongur framvið eitt stað, har ið vit plagdu at møtast og hugsar um hann, Steinatún ella har, ið hann plagdi at bíða eftir náttarbussinum", greiðir Óluva Jóhanna frá.

Síðani greiðir Rannvá Sloon Jørgensen, sálarfrøðingur og fyrrverandi leiðandi sálarfrøðingur á vaksnapsykiatriini, frá um fakliga sjónarmiðið á sjálvmorð, og hvussu umfatandi hetta er.

 

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •