Nert ikki við

Vit nerta við sjálvmorð
10-03-2023
P6
Í dag stríðast fleiri við torførar tankar og kenslur, og hava ringt við at finna meining í lívinum. Við vón um broyting, nerta vit í dag við viðkvæma evnið sjálvmorð

Vit byrja við eini ávaring:

Prátið í dagsins parti kann ávirka fólk, ið hava sjálvmorðstankar ella eru sjálvmorðshótt. Um tú stríðist ella hevur onkran tætt at tær, ið stríðist, ber til at tær professionella hjálp. Umframt at tosa um kenslurnar, ber til at fáa hjálp hjá eitt nú kommunulækna ella vaktlæknanum á telefonnummar 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata. Ung fólk kunnu eisini seta seg í samband við Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á telefonnummar 116111.

Hagstova Føroya vísir á, at tølini fyri sjálvmorð í Føroyum seinastu tíggju árini eru 28 menn og fýra kvinnur. Síðani upplýsa tey at fyri hvørt sjálvmorð er talan um umleið tíggju sjálvmorðsroyndir.

Í partinum í dag tosa vit við Óluvu Jóhannu Sárudóttir um at vera avvarðandi at sínum besta vini og sjeiki, ið setti punktum við lívið sum heilt ungur. Vit hoyra um, hvussu hetta ávirkaði hana, og um kensluna av ikki at vita, hvat ið hon skuldi gera við seg sjálva aftaná hendingina, og hvussu hon skuldi koma víðari.
"Tað er ikki farin ein dagur, har ið eg ikki havi hugsað um hann. Mann gongur framvið eitt stað, har ið vit plagdu at møtast og hugsar um hann, Steinatún ella har, ið hann plagdi at bíða eftir náttarbussinum", greiðir Óluva Jóhanna frá.

Síðani greiðir Rannvá Sloon Jørgensen, sálarfrøðingur og fyrrverandi leiðandi sálarfrøðingur á vaksnapsykiatriini, frá um fakliga sjónarmiðið á sjálvmorð, og hvussu umfatandi hetta er.

 

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Hvat inniber tað at vera foreldur anno 2024? Hvussu hevur foreldraskapur broytt seg? Nert ikki við er aftur, hesa ferð nerta vit við tað at vera foreldur anno 2024
20-06-2024
Hvussu ynskja vit at framtíðin í psykiatriini sær út? Hvørji tilboð eiga at raðfestast? Hvat halda vit um nýggja tilboðið um, at læknavaktin fær psykiatriskar førleikar?
06-06-2023
- Tú kennir teg einsamallan. Tú heldur, at tað er persónurin, ið er sjúkur, ið skal hava hjálpina. At øll kring viðkomandi eru líkamikið. Men tað er jú alt húskið, ið er sjúkt
06-06-2023
Í hesum partinum nerta vit við sálarsjúkuna PTSD, ið kemst av trauma
13-05-2023
Í hesum partinum av Nert ikki við, viðgera vit psykiatriina, vit tosa um útgreining, viðgerð og hvørji tilboð eru.
01-05-2023
Tað kemur fyri, at eg havi verið ógvuslig við onkran og havi sagt okkurt, ið hevur sært tey. Tað er ræðuliga keðiligt, tí eg minnist tað ikki ordiliga, sigur Dulcine Gala
17-04-2023
Hevur tað týdning fyri okkara sálarheilsu at hava vinir, at hoyra til, og atvvera partur av einum felagsskapi? Hvussu ávirkar tað okkum, tá ið vit kenna okkum útihýst?
29-03-2023
Seinastu árini hevur nógv ljós verið varpað á sálarheilsu og sálarsjúku. Men hvat er munurin millum sálarsjúku og at mistrívast? Og er ov nógv fokus á sálarheilsu í dag?
20-03-2023
Í dag stríðast fleiri við torførar tankar og kenslur, og hava ringt við at finna meining í lívinum. Við vón um broyting, nerta vit í dag við viðkvæma evnið sjálvmorð
10-03-2023
Aftaná ein longri steðg vendir Nert ikki við aftur. Nógv er hent síðani seinast, og í dag nerta við sálarligan harðskap
03-03-2023
Nógv verður prátað um ung og sálarheilsu í dag, men hvussu er at verða eldri, tá ið tíni nærmastu byrja at falla frá, og lívið ikki longur er tað sama, sum tað einaferð var?
14-12-2022
Eg fekk ikki frið. Tað gjørdist so ógvusligt í fimta flokki, at eg bleiv vaskað av næmingum í flokkinu. Eg gjørdist blá øll sum eg var. Tá søgdu míni nærmastu, at nú var nokk
06-12-2022