PolEtikk

Steffan traðkar á eina landminu
12-10-2021
P3
Í seinasta partinum spyrja vit, um kristindómurin skal hava framíhjárætt í føroyska samfelagnum

Eigur kristindómur at hava ein framíhjárætt í føroyska samfelagnum? Soleiðis ljóðar seinasti spurningurin, sum verður viðgjørdur í kjakinum um átrúnað og politikk.

Pallborðið er enn tað sama og er mannað av Heina í Skorini, Jógvani Jacobsen, Pæturi Marjunarsyni Dahl, Bjarna Kárason Petersen og Steffani Klein Poulsen.

Í fyrsta kjakinum í PolEtikk er evnið átrúnaður og politikkur. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspuriningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.

PolEtikk

Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.
Hvørjir eru bestu ítøkiligu hættirnir til at skapa javnstøðu millum kynini og basa kynsdiskriminatión?
22-09-2022
Hvussu eigur optimala samfelagið uttan kynsmismun og við javnstøðu millum kynini at síggja út?
13-09-2022
PolEtikk er aftur! Í trimum pørtum er evnið: Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini. Fyrsti partur snýr seg serliga um, hvørjir ójavnarnir millum kynini eru.
05-09-2022
Í seinasta partinum spyrja vit, um kristindómurin skal hava framíhjárætt í føroyska samfelagnum
12-10-2021
Í øðrum parti av kjakinum um átrúna og politikk spyrja vit, hvussu sambandið millum politikk og átrúna eigur at vera
05-10-2021
Í fyrsta parti viðgera vit sambandið millum londini í vesturheiminum og kristindómin
28-09-2021