PolEtikk

Kvinnur eru fyri diskriminatión!
05-09-2022
P4
PolEtikk er aftur! Í trimum pørtum er evnið: Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini. Fyrsti partur snýr seg serliga um, hvørjir ójavnarnir millum kynini eru.

Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini er evnið, sum á hesum sinni verður viðgjørt í PolEtikk. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. 

Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.

Í fyrsta parti seta vit spurningartekin við, um vit hava javnstøðu millum kynini og hvørjir ójavnarnir eru.

Eisini verður m.a. nomið við, um kvinnudominerað størv eru minni vird enn mannfólkadominerað størv, og um kynsnormar eru ja- ella neiligir.

Við pallborðið at kjakast um fyrsta spurningin eru Bjørt Lind, Lív Patursson og Arni Zachariassen.

PolEtikk

Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.
Hvørjir eru bestu ítøkiligu hættirnir til at skapa javnstøðu millum kynini og basa kynsdiskriminatión?
22-09-2022
Hvussu eigur optimala samfelagið uttan kynsmismun og við javnstøðu millum kynini at síggja út?
13-09-2022
PolEtikk er aftur! Í trimum pørtum er evnið: Kynsdiskriminatión og javnstøða millum kynini. Fyrsti partur snýr seg serliga um, hvørjir ójavnarnir millum kynini eru.
05-09-2022
Í seinasta partinum spyrja vit, um kristindómurin skal hava framíhjárætt í føroyska samfelagnum
12-10-2021
Í øðrum parti av kjakinum um átrúna og politikk spyrja vit, hvussu sambandið millum politikk og átrúna eigur at vera
05-10-2021
Í fyrsta parti viðgera vit sambandið millum londini í vesturheiminum og kristindómin
28-09-2021