Tá Grønland bjargaði Føroyum

Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
03-05-2024
Komið upp beinanvegin, skipið søkkur! Hetta vóru boðini Hans Jørgensen fekk umborð á Bliki í 1963. Eisini hitta vit Jógvan Arge og Olaf Olsen

Klokkan 14:10 mikudagin 24. juli 1963 sendi farmaskipið Blikur hjá Skipafelagnum Føroyar út neyðarkall um Prins Christians Sunds Radio, samstundis sum boð vórðu givin um at fólkið skuldi fara í bátarnar. Øll fólkini vóru bjargað, men Blikur søkkur á Kappanum.
Tvær vikur frammanundan var Blikur farin av Havnini til Grønlands við útróðrarmonnum, og tá skipið sakk, var tað á veg úr Føroyingahavnini suður í Kappahavnina við fólki og útgerð.
Ein, ið var við hendan lagnutúrin, var Hans Jørgensen úr Miðvági, og hetta var fyrsti túrurin, har ið hann av álvara skuldi fara til skips, og tað var til lands í Grønlandi.
Í søguliga partinum sigur Jógvan Arge, rithøvundur og journalistur, okkum um eitt nú byrjanina hjá Nordafar og hvør forsøgan er til felagið.
Eisiini hitta vit Olaf Olsen, ið var skipari á Ólavi Halga, ið bjargaði manningini á norska trolaranum Dragaberg, sum hevði siglt á Portugisaraboðan.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Tá Grønland bjargaði Føroyum

Grønland hevur mangan roynst føroyingum væl, og í fleiri ár var meiri enn helvtin av føroyska útflutningsvirðinum fiskað í Grønlandi. Vit fara í seks útvarpssendingum at viðgera grønlandsútróðurin, ið er ein týðandi og forvitnisligur partur av føroyskari vinnulívssøgu. 
Komið upp beinanvegin, skipið søkkur! Hetta vóru boðini Hans Jørgensen fekk umborð á Bliki í 1963. Eisini hitta vit Jógvan Arge og Olaf Olsen
03-05-2024
Elvina Dahl Lauritsen: Klokkan 6 á morgni byrjaði dagurin við at kóka havragreyt til einar 80-90 mans. Eisini hitta vit Jógvan Arge, Jóan Petur Clementsen og Jon Sigurd Hansen
29-04-2024
Eigil Rasmussen sigur okkum um dramatiska hending, ið honum var fyri. Og Jógvan Arge sigur okkum søguna um føroyska fiskiskapin í Grønlandi fyri kríggið
22-04-2024
Í fyrsta parti tosa vit við Erling Isholm, Elvinu Dahl Lauritsen, Mayfinn Norðoy, Marionnu Simonsen, Kaj Egon Fagraberg og hoyra brot úr savninum
16-04-2024