Vágskálin

Vágskálin: Neyðug ævisøga um læknaligan slóðbrótara
27-02-2024
Bókin sum Sonnu Dahl úr Vági verður løgd á vágskálina

Sanna Dahl varð fødd í 1915 og gjørdist studentur í Danmark í 1934.

Eftir studentaskúlan fór hon at lesa til lækna og tók læknaprógv í 1941.

Í 1943 flýddi hon við báti til Svøríkis, har hon arbeiddi eina tíð, og haðani fór hon við hernaðarflogfari til Skotlands. Úr Skotlandi fór hon við troppaskipi til Føroya í november 1944.

Sanna Dahl slóðaði fyri røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, skrivaði fleiri vísindaligar greinir og var við til at stovna Krabbameinsfelagið.

Pál Weihe, lækni, og Ivan Niclasen, søgufrøðingur, ummæla bókina um Sonnu Dahl, sum Martin Næs og Flóvin Tór Nygaard Næs hava skrivað.

Pál og Ivan halda bókina vera eina góða skjalfesting av einum læknalívi í eini tíð, tá nógv leikaði á, ringar tíðir, kríggj og kargar umstøður í sjúkrahúsverkinum.

Eisini er talan um eina áhugaverda kvinnusøgu í eini mansstýrdari læknaverð.

Spurningurin er tó, um høvundarnir hava fingið nóg nógv burtur úr brævatilfarinum, teir hava havt um hendur, verður eisini nevnt í sendingini.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Á vágskálini hesaferð eru bókin "Í eygnahædd" hjá Kinnu Poulsen og Geyta-tiltakið
04-03-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Lív" eftir Jónu Joensen
25-02-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Fjøtraður Orion" eftir Christian Fróða Djurhuus
18-02-2026
Á vágskálini hesaferð er bókin "Eingin dansur á rósum" eftir Peter Old
11-02-2026
Á vágskálina hesaferð verður løgd krimiskaldsøgan "Kavafonnin grætur" eftir Jógvan Isaksen
04-02-2026
Á vágskálini hesaferð er metamodernistiska dómadagsmanifestið "Hey" hjá Trygva Danielsen
28-01-2026
Vágskálin hesaferð snýr seg um tríbindaverkið um Føroya Arbeiðarafelag
21-01-2026
Yrkingasøvnini "Ullarljóð" hjá Jóanesi Nielsen og "Grøðandi sjógvur" hjá Snæbirni í Dali verða ummælt hesaferð
14-01-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Gula hurðin" eftir Jón Thorsteinsson
06-01-2026
Á vágskálini hesaferð er sjálvævisøgan "Stríðið er vunnið" eftir Gerhard Lognberg
17-12-2025
Til ummælis hesaferð er bókin "Suðuroyar-Dánjal - lív og yrki" eftir Jan Erik Simonsen
10-12-2025
Á vágskálini hesaferð eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen
03-12-2025