- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Hetta er onnur skaldsøgan hjá viðoyinginum, Daniali Viðoy. Tann fyrra kallaðist "Tvístøða".
"Rangstøða" er framhald av teirri skaldsøguni, men kann lesast sum sjálvstøðug søga.
Bartal er farin til Danmarkar at lesa. Hann gongur saman við Báru, men tað verður til onkis teirra millum, tí hann fer við Marionnu.
Vinmaðurin, Sjúrður, situr í rullustóli, tí hann tók rúsevni á Summarfestivalinum. Bartal vil finna útav, hvat hendi.
Sanna Klein og Sámal Soll ummæla skaldsøguna og halda, at hon er ein góð samtíðarlýsing av ungdómslívi.
Nógv verður ballast í søguni, og hetta tykist at vera í lagi, men taka fólk rúsevnir, er tað strangliga bannað.
Høvundurin letur høvuðspersónin gera nógvar áhugaverdar eygleiðingar, eisini um føroyingar og teirra atburð.
Lýsingarnar av kynslívi eru ikki so fáar, og ofta er myndamálið í tí sambandi stuttligt.
Uni Arge leggur til rættis.