Grindin

Grindin: Her er sjeynda sendingin
19-02-2015

Marius Olsen er ein tann mætasti grafiski listamaðurin í Føroyum. Í hesum døgum arbeiðir hann við myndum, sum skulu sýnast fram á Steinprent í næstum. Onkrar myndir eru myrkar, og tað skyldast okkara tunga norðurlendska lyndið, heldur hann.

Alsamt fleiri føroyingar spæla telduspøl. Í sendingini hyggja vit at hesi lutvíst nýggju mentan - hvussu sampakka telduspøl við eitt nú tað sosiala?

Norski listamaðurin Lars Kjemphol arbeiðir við hugtakinum "livandi listaverk." Hann vil hava føroyingar at hjálpa sær at gera eitt listaverk í Norðurlandahúsinum.

Í sendingini verður eisini kjakast um armslongdarprinsippið. Hvussu langt skal vera millum játtandi myndugleikan og mentanarlívið? Formaðurin í LISA og landsstýrismaðurin í mentamálum eru gestir í sjónvarpsstovuni.

Lagt til rættis: Levi Hanssen og Ivan Hentze Niclasen.

Grindin

Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017

Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.

11-05-2017
20-04-2017
23-03-2017
Føroysk mentanarsending
02-03-2017
09-02-2017
19-01-2017
- føroysk magasinsending
08-12-2016
17-11-2016
27-10-2016
06-10-2016
12-05-2016
14-04-2016