- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin
Hvørt ár – hesa ársins tíð – plaga fleiri lond at vísa stuttfilmar í sjónvarpinum, sum eru gjørdir í teirra egna landi.
Tað verður gjørt á ársins stytsta degi og eitur á enskum The Shortest Day Short Film Celebration. Tí vísa vit í kvøld fýra føroyskar stuttfilmar, og prátað verður við leikstjórarnar.
Filmarnir, ið verða vístir, eru Passasjeren, Terminal, Munch og John.
Lagt til rættis: Pætur M. Dahl, Rannvá G. Fossaberg og Bjørg Mohr Anderssen.

Grindin
Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017
Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.