- Tíðindi, mentan og ítróttur
William
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Gandaljós á ellisárum (5:5)
05-05-2022
William er komin upp í ellisár, tá stóru viðurkenningarnar koma. Heiðursborgari, Sonning-virðisløn og líkt er til, at sjálvt Nobel-virðislønin stendur honum í boði
William er vorðin gamal maður, tá ið hann loksins verður heiðraður í sínum heimlandi. Á 75 ára føðingardegnum gevur forlagið Bókagarður út nakrar av skaldsøgum hansara í føroyskari týðing. Sama ár fær hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Á 80 ára degnum tilnevnir Tórshavnar býráð William til heiðursborgara í Havn. Um hetta mundið ganga tíðindi um, at bókmentavirðisløn Nobels fer at verða latin Williami, men líkt er til, at William sjálvur ber seg undan at fáa hesa viðurkenning. Sum grundgeving nevndi hann sjálvur, at fekk ein dansktmæltur høvundur í Føroyum slíka virðisløn, fór tað at tarna royndunum at vinna føroyskum støðu sum sjálvstøðugt bókamál. Hann fær í staðin bókmentavirðislønina hjá svenska akademinu...

William
Skaldskapur William Heinensens er týddur til fleiri enn tjúgu ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.
Í dag er hann ein tann mest víðagitni føroyski rithøvundurin.
Men William var ikki bara rithøvundur. Hann teknaði og málaði, klipti og smíðaði tónleik.
Tað hendi so nógv spennandi í æviskeiðnum hjá Williami Heinesen, at Suni Merkistein og Hans Petur Hansen settu sær fyri at dokumentera hann frá vøggu í grøv.
William er komin upp í ellisár, tá stóru viðurkenningarnar koma. Heiðursborgari, Sonning-virðisløn og líkt er til, at sjálvt Nobel-virðislønin stendur honum í boði
05-05-2022
Tveir av guddómligu máttunum, ið William sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir
28-04-2022
Willian er nú vorðin listarmaður burturav. Hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Í 1965 verður hann heiðraður við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins
21-04-2022
Í 30-unum brestur fyri nev hjá Williami. Hann hittir Lisu. Tey búsetast undir Varða og fáa tríggjar synir.
17-04-2022
Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum.
14-04-2022