Politikkur

"Tilfeingi" skal vera kravd lærugrein í miðnámsskúlunum heldur enn "Ítróttur", halda tjóðveldisumboðini í mentanarnevndini

Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið hava gjørt av at leingja allar sáttmálar til í annaðkvøld á midnátt

Eftir borgarafundir í Fuglafirði og á Nesi er greitt, at kommunustýrini mæla sínum borgarum til at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni hósdagin

Landsbókasavnið hevur ilt við at røkja tær skyldur og uppgávur, álagdar eru savninum í bókasavnslógini, staðfestir leiðarin á Landsbókasavninum

Í uppskoti til samtyktar um fjøltáttaðar eldrabústaðir heitir løgtingið á landsstýrið at koma við eini ætlan, hvussu til ber at útbyggja eldraøkið

Annika Mittún Jacobsen, stjóri í kringvarpinum, leggur frá sær í summar. Hon hevur tikið við starvi uttanlands

Hósdagin skulu vit atkvøða um kommunur skullu leggjast saman ella ikki.

Samgongan lurtaði eftir Fíggjarmálaráðnum og kveistraði serkunnleikan til viks, tá broyting í skattalógini varð samtykt í løgtinginum

Umboðini fyri arbeiðsgevararnar vunnu, nú ALS-stýrið hevur framt umfatandi broytingar, sigur Georg F Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Frítíðarlønin, sum skuldi verða á kontuni í dag, er seinkað og verður sambært TAKS á kontuni í morgin

Síður