- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politikkur
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur, at sama hvat verður gjørt við føðideildina, má havast í huga fjarstøðan, sum suðuroyingar liggja í.
Á samráðingarfundinum við hini strandalondini í heyst fara føroyingar at grundgeva fyri sínari støðu, og tað fer vónandi at ávirka hini londini, sigur Jacob Vestergaard, landstýrismaður
Tað er komið óvart á Uttanríkistænastuna, at ES nú hevur boðað frá, at limalondini hava fingið uppskot um handlsforðingar móti Føroyum
Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni og Fiskimálaráðið orðar nú eitt bræv við uppskoti um samráðingar
Vinnukærunevndin hevur sýtt fyri at taka kærumálið um vindmyllurnar í Húsahaga til viðgerðar av nýggjum
900 tænastumenn ella fyrrverandi tænastumenn, sum eiga rætt til eftirløn, eru framvegis á arbeiðsmarknaðinum
Nú er greitt, at uppskotið um, hvør skal fáa einkarrættin at gera tunnilin, kemur ikki í tingið fyrr enn á ólavsøku
Eftirlitskanningar í sambýlum hjá menningartarnaðum og sinnisveikum fólkum eyðkendi arbeiðið hjá stovninum. 41 kærur vóru avvístar
Ketilin á Brennistøðini á Hjalla skal skiftast næsta ár. Kostnaðurin verður 30 mió. kr.