- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsstovnurin
Hvørki forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya ella formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, KAF, siga seg vita, hvat semingsmaðurin fer at koma við á fundinum týsdagin
Mary Antonsdóttir er fús at samráðast, men tað nyttar onki at brúka vrakaða semingsuppskotið sum útgangsstøði, sigur hon og spyr, hvar frælsi samráðingarrætturin bleiv av
Semingsstovnurin fer í morgin at hava fund við Heilsuhjálparafelagið
Sáttmálin millum Reiðarafelagið og nøkur manningarfeløg var longdur eina viku, og hann fer út gildi á midnátt fríggjakvøldið
Reiðarafelagið hevur sent boð eftir Semingsstovninum fyri at finna semju, nú stígur er komin í samráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fyri fiskiskip
Semingsstovnurin krevur, at spurningurin um arbeiðstíðarreglur skal vera komin upp á pláss, áðrenn onnur krøv í trætuni millum Maskinmeistarafelagið og KAF verða tikin upp
Maskinmeistarafelagið hevur boðsent Semingsstovninum í sáttmálatrætuni við Fíggjarmálaráðið um Strandferðsluna
Terje Sigurðsson hevur einki semingsuppskot við í skjáttuni, men vónar at kunna fara undir veruliga samráðingar í morgin