Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Morskranesi
21-10-2019
Morskranes er ein lítil niðursetubygd frá 1800-talinum, sum tey flestu bara koyra ígjøgnum. Kortini er tað áhugavert at steðga á og hoyra um bygdina

Morskranes er niðursetubygd frá 1876 ella 77. Um tað mundið fluttu fimm húski til bygdina, tey flestu av Strondum. Menning Jacobsen greiðir fyrstu búsetingini á Morskranesi og frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini. 

 

Kona Menning, Sonja Jacobsen, er ættað úr Vági, men búði í fleiri ár á Barnaheiminum í Havn. Hon sigur, at Menning hevði hug at tey skuldu búseta seg í Havn, men hon vildi heldur til Morskranesar og her hevur hon trivist væl. Nú eru nýrini gingin fyri og tí fer hon tvær ferðir um vikuna til Havnar at fáa dialysu. Menning hevur boðið sær til at lata henni annað nýra og nú skulu tey bæði kannast fyri at vita um tað ber til.

 

Ungu hjúnini Hildigarð Djurhuus Hansen og Jørleif Djurhuus keyptu barnaheimið hjá Jørleifi, hóast hann ongantíð ætlaði sær at verða búgvandi í heimbygdini. Tað var Hildigarð, sum sá stóru møguleikarnar á Morskranesi, tí hon hevur Djóraansing og bygdin er sera væl egnað til tað, sigur hon. Jørleif arbeiðir sum bakari á Skála og tá hann hevur frí, hjálpir hann konuni við djóraansingini. Flest fólk aðra staðni vita ikki hvar Morskranes er, sigur Jørleif. Tá Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk er Morkranes mitt í miðstaðarøkinum, men Jørleif væntar ikki at bygdin fer at vaksa kortini..

 

Sverri Kass greiðir frá einum serligum øki í Heygshaga omanfyri og sunnanfyri Morskranes. Lendið uttan um Skráhellu er ógviliga sermerkt. Her er nógv knúst grót, sum er slætt. Martin Heinesen jarðfrøðingur hevur nevnt, at hetta kann vera ein útúrgerð frá Eysturoyarsyllini. Niðasti partur av røðini eitur Heinaberg og tað hevur Jóan Hendrik Winther Poulsen skrivað um. Hann sigur at orðið hein, sum finst í norðurlendskum málum, merkir brýni.

 

Lissy og Gerhard Zachariassen búgva á Selatraðarvegi 485 á Morskranesi. Lissy er higani og Gerhard er úr Hattarvík í Fugloy. Tá tey bæði komu saman fyri mongum árum síðani, sigldi Gerhard við ísfiskaskipi, og tí kom tað slettis ikki uppá tal at búseta seg í Fugloy. Tey bygdu sær hús á Morskranesi. 

 

Hesi fólk eru við í sendingini av Morskranesi:

Menning Jacobsen, Sonja Jacobsen, Hildigarð Djurhuus Hansen, Jørleif Djurhuus, Sverri Kass, Lissy Zachariassen, Gerhard Zachariassen

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023