Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Mikladali
20-01-2020
Vakra og søguliga bygdin Mikladalur hevur verið fyri stórari broyting, bæði so og so. Nú er tað serliga kópakonan, ið dregur fólk higar

Mikladalsmaðurin Markus í Norðnástovu greiðir frá ymiskum, ið eyðkennir Mikladal. Umframt kópakonuni, greiðir hann m.a. frá søgnini um fyrsta motorin í Føroyum ella møguliga í verðini. Tað var mikladalsmaðurin Andrassarsímin, sum gjørdi hann í einari smiðju í heimbygdini. Markus greiðir eisini frá gomlu smiðjuni í Norðnástovu og hann hevur ein dreym um at fáa lív í eldsmiðjuna aftur.

 

Ragna Glerfoss er hørm um, at allar postadressurnar í Mikladali eru broyttar. Hon meinar, at adressan skuldi verið tann sama sum húsini, tí øll hús í bygdini hava navn.

 

Aslaug í Norðnástovu er fegin um at nógv fremmandafólk koma til bygdina, tí fá fólk búgva her. Summarhúsini skapa eisini lív í bygdini, tí fleiri av teimum sum eiga tey, eru nógv í Mikladali, sigur hon.

 

Jógvan Sámal Heldarskarð greiðir frá arbeiðnum at gera gamla pakkhúsið niðri á bakkanum til eina kafé. Valið stóð millum Airbnb og at hava eina kafé, sum kann bjóða mongu fremmandafólkunum okkurt til matna. Konan Sigrun og hann valdu tað seinna. Tey vóna at kafé`in verður klár í summar.

 

Jákup Marnar Anthoniussen er í ferð við at gera meira parkeringspláss í Mikladali. Hann sigur, at her í Mikladali er støðan rímiliga góð, men á Trøllanesi er alt ov lítið parkeringspláss til øll fremmandafólkini og tað hevur skund at gera meira.

 

Bjørg í Norðnástovu, sum í summar verður tekniskur studentur, dámar sera væl friðin í heimbygdini. Hon ferðast hvønn dag ímillum Mikladal og Klaksvík. Bjørg fær ofta spurningin, um hon ikki keðir seg í Mikladali. Men hon heldur at tey sum spyrja, keða seg helst meira enn hon


Hin,i sum greiða frá í sendingini, eru: Ragna Glerfoss, Aslaug Norðnástovu, Jógvan Sámal Heldarskarð, Jákup Marnar Anthoniussen og Bjørg í Norðnástovu.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023