Við Tórði á túri

Við Tórði á túri við kajakk og flótandi fjalum
19-10-2020
Í koronatíðini hevur eitt rák tikið seg upp, har fólk vilja uppliva sjógvin á ymsan hátt. Kajakkir og aðrar flótandi fjalar eru daglig sjón

Fólkini vit tosa við í hesari sending eru samd um, at korona hevur broytt nógv. Hesa tíðina eru føroyingar ikki farnir av landinum at ferðast sum vanligt, og tí hava fólk á ein annan hátt fingið eyguni upp fyri okkara spennandi náttúru. Í ár hava nógv fólk keypt sær kajakk og ymsar fjalar at flóta á og handlar, ið selja vátdraktir og turrdraktir, standa seg ikki við at fáa nóg nógvar til landið.

 

Sigurð Davidsen í Hósvík er kajakkinstruktørur og hann er bilsin av stóru undirtøkuni hansara kajakkskeið hava havt í ár. Tað hevur verið fulteknað hvørja ferð. "Tú kemur ikki nærri lívinum í sjónum og náttúruni sum heild enn í einari kajakk", sigur Sigurð. Hetta skeiðið er fyri fólk, ið ikki hava roynt tað fyrr. Klara Danielsen úr Runavík hevur altíð havt ein dreym um at læra at rógva kajakk og nú skuldi tað vera. Hon hevur lært at venda, bakka og onnur grundleggjandi ting.

 

Tjørnuvík er tað staðið í Føroyum, sum tað oftast riggar at surfa. Tað siga tey trý, Katrin D. Bærentsen, Andras Brixen Vágsheyg og Elin D. Carlsson, sum surfa í dag. Tey hava felagið Faroe Islands Surf Guide, sum bjóðar fólki at surfa, bæði royndum og óroyndum. Eitt nú høvdu tey 100 fólk í sjónum ein leygardag í summar, tá Sunda Kommuna bjóðaði borgarum sínum at royna seg sum surfara ókeypis. "Okkara dreymur er at læra ungfólk at surfa, tí tað er gott fyri bæði sinn og kropp", sigur Katrin D. Bærentsen. Elin D. Carlsson hevur surfað ymsa staðni í heiminum og hon sigur, at tað er onga staðni so vakurt og hugtakandi at surfa sum í Tjørnuvík.

 

Poula Reinert-Petersen í Fuglafirði hevur í mong ár ætlað sær at fáa sær kajakk. Fyri einum mánaði síðani gjørdist tað so veruleiki, tá hon og systirin keyptu hvør sína kajakk. Tær eru javnan túrar saman í kajakk. Poula sigur, at tað er serliga væl egnað at rógva við kajakk á Fuglafirði, og áhugin er nógv vaksin. Einstakar kajakkir hava verið í Fuglafirði, men í ár eru fleiri komnar afturat. Nú eru 14 kajakkir í Fuglafirði sum Poula veit um, umframt aðrar kajakkir, sum kunnu blásast upp.

 

Páll Danielsen í Havn hevur róð kajakk í eini 30 ár. Hann sigur, at hann hevur verið fleiri túsund kajakktúrar suðuri á Glyvursnesi. Sjálvt um veðrið kann vera buldrasligt um veturin, er nærum altíð farandi í kajakkina onkran dag í viku. Hann sigur, at seinastu tvey árini er áhugin at rógva kajakk nógv vaksin. Fyrr vóru tað mest útlendingar, sum komu til Føroya, ið vístu áhuga fyri at rógva í kajakk. Men tað merkist væl, at fólk eru farin at brúka meira sjógvin í frítíðini í frítíðini. Serliga nú í koronatíðini.

 

Petra Eliasdóttir Mikkelsen veit einki betri enn at standa á sínum SUP-bretti. Á altjóða máli eitur tað Stand Up Paddling og líkist einum surf-bretti, men hon stendur á tí og rør. Petra er ofta túr saman við kajakkrógvarum og í summar var hon í Norra. Petra sigur, at tilsamans sjey ella átta slík SUP-bretti eru nú í Gøtu og talið á kajakkum er eisini nógv vaksið í ár. Petra heldur, at tað krevur meira av einum at standa á SUP-brettinum enn at rógva kajakk. Heiðrún Leifsdóttir, sum er úti við kajakk saman við Petru, heldur, at tað er serliga spennandi at vera úti í mjórka sum í dag, tí tá er tað óendaligt at hyggja úteftir.

 

Í Vágsbotni í Havn gera tríggir seglbátar klárt at fara norðureftir í kvøld. Teir ætla at sigla saman um vikuskiftið. Valbjørn Dalsgarð eigur tann størsta, sum er 47 føtur. Hávarður Enni sigur, at áhugin fyri at hava teir nýmótans seglbátarnar er nógv vaksin. Nú eru 20 av hesum slagnum í Havn. Hávarður hevur eisini ábyrgdina av trimum jollum, sum Tórshavnar Bátafelag keypti fyri trimum árum síðani, so ung hava møguleikan at sigla við seglum. Hann sigur, at hetta er eitt gott tiltak, tí ung hava áhuga í at læra at sigla við seglum.

 

Við í sendingini eru hesi fólk: Sigurð Davidsen, Klara Danielsen, Vanja Davidsen, Katrin D. Bærentsen, Andras Brixen Vágsheyg, Elin D. Carlsson, Poula Reinert-Petersen, Páll Danielsen, Heiðrun Leifsdóttir, Petra Eliasdóttir Mikkelsen, Hávarður Enni og Valbjørn Dalsgarð. 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023