Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á gátt hjá listamálarum
23-11-2020
Í dag fara vit kring landið á gátt hjá listafólkum, ið dagliga sita við pensli í hond og máling og fáa sínar tankar og hugskot á lørifið

Lítilætni listamaðurin á Viðareiði, Arnold Vegghamar, er kortini djarvur og litríkur tá hann málar høgu fjøllini og umhvørvið á Viðareiði við útsýni til Fugloynna og Svínoynna. Nú vit støkka á gátt hjá honum, hevur hann leitað aftur í søguna og hevur júst málað Hitler og niðurundirkomnar jødar, sum eru á veg í týningarlegu. 83 ára gamli Vegghamar greiðir frá, at hann hevur havt ynski um at goyma nakrar málningar til eftirtíðina, men gremur seg um at alt verður selt so hvørt.

 

Karin Absalonsen á Viðareiði er komin í málarastovuna hjá Vegghamar at hyggja eftir málningi fyri systur sína. Karin sigur, at viðingar dáma sera væl sín lokala listamálara og málningar hjá honum hanga í so gott sum øllum heimum í bygdini og nógv húski eiga fleiri.

 

76 ára gamli Frits Johannesen í Fuglafirði hevur málað ógviliga nógv síðani hann gavst sum lærari og hugflogið er stórt. Í sínum málningum fær hann fram stuttligar skapningar, sum ofta spæla á ljóðføri í stuttligum orkestrum úti í náttúruni. Frits hevur tikið tónleikin við sær inn í málningalistina, Í mong ár var hann kórleiðari, m.a. hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Beint nú hevur Frits eina framsýning við smáum vatnlitsmyndum í Ribarhúsi í Fuglafirði.

 

Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna á Eiði, hevur sín serliga stíl. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara. Hon hevur ofta smá symbol í málninginum, ið hava onkran boðskap. Og Sigrun hevur nógv jørn í eldinum. Umframt framsýning í Grønlandi, arbeiðir hon við at listprýða nýggja partin av Landssjúkrahúsinum og hon skal nú eisini prýða ein annan stovn, sum enn er ónevndur. Hon hevur nútímans málarastovu við síðuna av sethúsunum uppi í Kolli.

 

Fjølbroytti listamaðurin Tróndur Patursson úr Kirkjubø, sum nú er 76 ára gamal, leggur seinastu hond á stóra listaverkið, ið skal setast upp í rundkoyringini í Eysturoyartunnlinum. Hetta er størsta einstaka istaverk sum Tróndur hevur gjørt. Ljósið fær ein avgerandi leiklut og í rundkoyringini skal tað fáa lív í fólkini í listaverkinum. Tróndur arbeiðir á 3. hædd í gomlu byggihøllini hjá Mest á Vestaru bryggju í Havn og her eru góðar umstøður. Annars arbeiðir hann framvegis nógv úr glasi og pensilin er hóast alt ikki gloymdur.

 

Tað er ikki ov nógv sagt, at fuglfirðingurin Heðin Kambsdal er serfrøðingur í at mála ljós og myrkur og fáa ljós at skína natúrliga í myrkri.  Nógv av motivunum hjá Heðini eru úr heimbygdini Fuglafirði. Hann hevur m.a. málað Donald Trump á Støðlafjalli og tað var áðrenn hann bleiv amerikanskur forseti. Hann hevur eisini málað Margrethu drotning á Støðlafjalli og aðra staðni í føroysku náttúruni. Heðin sigur, at hann er eitt B-menniskja burturav og tað mesta verður málað um kvøldið og um náttina.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023