Við Tórði á túri

Við Tórði á túri við Garð í Fuglafirði
08-02-2021
Gomlu býlingarnir í Fuglafirði vóru fýra í tali, og uppi við Garð er tann næstelsti, sigur 93 ára gamli Evald Johannesen, sum vaks upp í býlinginum

Evald Johannesen er fróðarmaður burturav og í sendingini greiðir hann frá býlinginum við Garð og frá øðrum viðurskiftum í bygdini. M.a. frá gomlu Høvdahúsunum, sum eru flutt fýra ferðir og nú standa mitt í bygdini og lýsa umstøðurnar hjá forfedrunum. Evald sigur, at Fuglafjørður fór at vaksa av álvara beint eftir kríggið og nú tosar eingin um býlingar longur.

 

Ungi fuglfirðingurin Jóhan Eliasen býr í ættarhúsunum við Garð. Har vóru 13 fólk í húsi tann tíð tað var og nú eru tey akkurát passalig til eitt fólk. Jóhan er glaður fyri at búgva har og hann sigur, at tað gevur sær eina kenslu av at hoyra til.

 

Daysie Johannesen og børnini vórðu ovfarin og glað, tá tey í summar komu heimaftur úr Danmark og øll familjan hevði gjørt stóra terassu og ymiskt annað uttan um gomlu húsini. -Tey gjørdu tað fyri at gleða okkum og eg var málleys. Hetta vísir góða samanhaldið í familjuni, sigur Daysie. Hon er kassameistari í Fuglafjarðar Svimjifelag, har foreldrini hjá svimjarunum leggja stóra orku í.

 

Jákup Pauli Johannesen, sonur Evald, er arkitektur og býr í Klaksvík. Saman við einum øðrum røktar hann Skarðhaga í heimbygdini. Og tað er balsam fyri sálina at fara í hagan at hyggja til seyðin, sigur Jákup Pauli. Hann heldur, at tað ber væl til at vera vinur við seyð.

 

Per Samuelsen misti konuna fyri tveimum árum síðani og tí blivu húsini ov stór. Nú hevur hann keypt barnaheimið uppi við Garð, og honum dámar væl at vera komin aftur í barnaumhvørvið. Hann er ein av mongum harmonikuspælarum í Fuglafirði.

  

Við á túrinum í gamla býlinginum uppi við Garð í Fuglafirði eru sostatt hesi fólk: Evald Johannesen, Daysie Johannesen, Jóhan Eliasen, Jákup Pauli Johannesen og Per Samuelsen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023