Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Miðnámi á Kambsdali
23-04-2018
Nógv spennandi hendir ein vanligan skúladag í Miðnámi á Kambsdali. Hetta er triðja skúlaárið síðani tveir skúlar blivu ein

Lurta eftir sendingini her

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Hvalba er størsta markatalsbygd í Føroyum, og í gomlum døgum var hon størsta bygd í landinum. Her er tvírøtt og tí var stutt at rógva út á fiskimiðini
31-05-2021
Hvalba er ein spennandi, søgulig og vøkur bygd, ið júst hevur fingið nýggjan tunnil. Bæði fólk og vinnulív í Hvalba merkja at nýggjur tunnil er komin
17-05-2021
Klaksvíkar Hermetikk, sum millum manna altíð hevur verið rópt Bollafabrikkin, hevur eina spennandi søgu. Nú verður húsið á Stongunum sett aftur i upprunaligan stand
10-05-2021
Nútíðin hevur av álvara endurfunnið gomlu varðagøturnar, sum fáa ábøtur. Vit vitja stóra tiltakið Closed for Maintenance við føroyingum burturav
03-05-2021
Nógv er broytt í gomlu bóndabygdini Kaldbak síðani hon fekk vegasamband beint fyri jól í 1979. Bygin var minkað og er nógv vaksin síðani
26-04-2021
Sanatoriið í Hoydølum goymir ein serligan part av okkara søgu, tá tuberklarnir av álvara herjaðu í Føroyum
19-04-2021
Sanatoriið í Hoydølum goymir ein serligan part av okkara søgu, tá tuberklarnir av álvara herjaðu í Føroyum
12-04-2021
Býlingurin í Vági í Klaksvík hevur helst verið høvuðsbýlingurin í gomlum døgum. Bumburnar undir krígnum fylla nógv hjá teimum, sum minnast tær
29-03-2021
Í hesum seinna partinum av túrinum á Strondum vitja vit m.a. Fornminnasavnið í Heygsstøð og ullavirkið Snælduna, sum hevur verið í gongd síðani 1949
22-03-2021
Roknað verður við, at Strendur frá gamlari tíð hevur verið tvær bygdir við haga ímillum. Og fólkið varð rópt heimansmenn og uttansmenn
15-03-2021
Á Framleiðsluapotekinum á Staravegi í Havn gera tey tilsamans umleið 200 sløg av heilivági og merkivørum, ið eitt nú eru heilsufremjandi salvur
08-03-2021
Gomlu træseglskipini eru sannur mentanararvur, sum fólk eru góð við. Bæði Norðlýsið og Westward Ho hava fingið stóra yvirháling og verða klár í vár
01-03-2021