Ein fjølbroytt vetrarskrá

Um KVFBloggur
Ein fjølbroytt vetrarskrá
Vetrarskráin í Kringvarpinum er farin av bakkastokki, og eins og undanfarin ár er nógv gott og fjølbroytt tilfar á skránni
 
10/28/2021 - 14:06

Ein fjølbroytt vetrarskrá

Vetrarskráin í Kringvarpinum er farin av bakkastokki, og eins og undanfarin ár er nógv gott og fjølbroytt tilfar á skránni. Tú kanst hugdýpa teg í longri poddvarpsrøðum, lata teg kveikja av stórum dokumentarsendingum ella bara murra við til góðu rútmurnar í útvarpinum. Hetta kanst tú gera saman við øðrum ella fyri teg sjálvan, júst tá tú hevur hug. Tí kringvarpstilfarið er alt tøkt á kvf.fo og á fleiri øðrum pallum, umframt at vit eisini halda fram við føstu senditíðunum – í útvarpinum og sjónvarpinum. Tað hevur týdning fyri okkum, at tú sum lurtari og hyggjari altíð finnur okkurt, sum er viðkomandi fyri teg. At tú, eftir at hava sæð ella hoyrt eina sending hjá Kringvarpinum, hugsar, at hetta var vert at brúka tíð uppá. At tú gjørdist klókari, bleivst undirhildin ella bara fekst okkurt at hugsa um. Sama hvar tú ert, ella hvør tú ert.

Børn og ung

Kappingin um uppmerksemið og tíðina hjá børnum og ungum er ovurhondsstór. Og Kringvarpið hevur tí seinnu árini raðfest hetta økið høgt. Í sjónvarpinum verður sent hvørt kvøld við blandaðum tilfari, og vælumtókta Sakin verður í vetrarskránni hvørt fríggjakvøld. Í barnaútvarpinum eru søgur, prát og spennandi leikir. Allar sendingarnar finnur tú á barnasíðuni kvf/vit.fo

Fyrr í ár fór ungdómssíðan biit.fo í luftina, og longu er hópin av poddum, greinum og videotilfari framleitt. Eisini hevur Biit-sendingin Gentuvesið fingið fast pláss í útvarpsskránni. Alt tilfarið hjá Biit er at finna á biit.fo og eisini á Spotify.

Mentan – í breiðum høpi

Mentan er eitt av fokusøkjunum hjá Kringvarpinum, og vetrarskráin 2021/2022 er á tremur við sendingum innan mentanarøkið – bæði í sjónvarpinum og útvarpinum. Í útvarpinum kunnu vit nevna tónleikaummælini í Kvørnini, bókaumrøðuna í Lesikrókinum og mentanarsendingina Nón, sum er at hoyra tríggjar dagar um vikuna. Morgunsendingin heldur fram sum vanligt allar gerandisdagar frá kl. 7:30, og er sendingin eisini sera virkin á sosialu miðlunum. Sum nakað nýtt í lættara endanum er Ónsvakt, har vælupplagdir vertir skemta, hava kappingar og spæla góðan tónleik. Fleiri sendingar, sum vit kenna, eru á skrá, m.a. Við Tórði á Túri, Frá fyrsta Smyrli og Málteigurin. Styttri røðir við ymiskum evnum, einamest gjørdar av fríyrkisfólki, eru eisini partur av skránni í vetur. Vikuskiftini bjóða m.a. upp á Brunsj, Credo og Meg Minnist.

Í sjónvarpinum eru dokumentarsendingar á skrá hvørt hóskvøld. Evnini eru fjølbroytt innan m.a. mentan, søgu, siðsøgu og samfelag. Í vetur kunnu vit m.a. gleða okkum til sendingar um eysturoyartunnilin, integratión og væl umtókta Spískamarið. Fleiri portrettir vera eisini at síggja, m.a. um fuglaútstapparan í Nólsoy, Jens Kjeld Jensen, listamannin William Heinesen og listakvinnuna Elin Josefinu Smith. Mentanarsendingin Lyst verður eisini aftur í vetur og verður víst fríggjakvøld eftir Dag og Viku. Umframt føstu sendingarnar sendir Kringvarpið í hesi vetrarskránni eisini frá nógvum tiltøkum og hendingum. T.d. frá ólavsøku, handanini av mentanarvirðislønum, Geytanum, Heystfagnaði o.m.a.

Átrúnaður

Kringvarpið eigur at bróta upp úr nýggjum og bjóða av, men tað meira siðbundna tilfarið eigur eisini sítt fasta pláss á sendiøkinum. Hvønn gerandismorgun er Morgunlesturin í útvarpinum, og í vikuskiftunum eru guðstænastur beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi. Hetta Heilaga Evangelið og andaktir eru eisini hvørt vikuskifti. Um høgtíðirnar eru konsertir og møtir, og sent verður frá t.d. samfelagsmøtum, útiguðstænastu o.s.fr.

Tónleikur

Tónleikur fyllir nógv – serliga í útvarpinum – og hvørja viku er ein long røð av tónleikasendingum – einar fimtan í tali – á skránni. Føroyski tónleikurin fyllir uml. 40% av spælda tónleikinum, og tað eru vit errin av. Í sjónvarpinum byrjar árið við Nýggjárskonsertini og FMA, og síðan sendir sjónvarpið fleiri ymiskar konsertir ígjøgnum árið. Í Luftini er samstarv við FMX (Faroese Music Export), har upptøkur verða gjørdar við útgávuaktuellum bólkum. Fleiri jólakonsertir eru eisini á skránni.

Barbara Samuelsen er leiðari á deildini Mentan.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851

Um kvf css