- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flytifuglar 06. partur
Mai er kedd, hon hugsar, at hon er øðrvísi, hevði hon bara ættleidd til eitt nýtt heim, ikki bara tí, at mamman átti hana áðrenn. Tey ættleiddu børnini vóru ynskt, hevði tað bara verið hon. Emma snappar og ringir, tí hon finnur ikki Mai. Mai fortelur um tað, sum hendi á Staðnum, hvat dreingirnir høvdu sagt við hana. Emma sigur, at hon fer at slatra fyri Paula, sum er stjóri á Staðnum. Hon saknar ommuna og abban, hví skuldi hon koma her? Hon minnist flogtúrin til Føroyar, og hvussu omman græt, og at hon hevur ikki sæð tey í fimm ár. Hon ynskir at síggja tey í summar, men soleiðis hevur hon tað hvørt ár. Emma kemur brestandi inn, og byrjar at tosa um tað, sum er hent, men tað vil Mai ikki, at mamman skal hoyra. Emma vil so fegin tosa meira um tað, sum er hent, síðani gongur hurðin og Jóannes kemur brestandi inn og sigur, at eitt barn er horvið í Vestmanna. Jóannes, sum er tíðindamaður hevur fingið frænir av tíðindum, sum ongin annar veit nakað um.