Flytifuglar 1. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 1. partur
30-11-2025

Flytifuglar er jólakalendarasøga í barnaútvarpinum í ár. Í 16 pørtum fara vit at hoyra eina spennandi søgu, gerandismorgnar í klokkan 7.15. Útvarpsleikurin Flytifuglar, var fyrru ferð at hoyra í barnaútvarpinum í 2018. Tað er Elin á Rógvi sum hevur skrivað søguna, tónleikur er framleiddur til útvarpsleikin og tað er Niclas Johannese, sum er tónasmiður og Elin á Rógvi eigur orðini. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. 

Flytifuglar

Jólakalendarin - Flytifuglar, snýr seg um 11 ára gomlu Mai, sum býr á Válinum.

Hetta er ein spennandi søga, sum gongur fyri seg í Vestmanna.

Elin á Rógvi hevur skrivað. Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.

Fleiri enn 30 leikarar eru við í útvarpsleikinum og tríggir nýggir sangir eru gjørdir til leikin.