Gentur í Musikkskúlanum syngja løg eftir Knút Olsen

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Gentur í Musikkskúlanum syngja løg eftir Knút Olsen
31-10-2024

Seinastu dagarnar hava fleiri fagnaðarkonsertir verið ymsastaðni í Føroyum at heiðra Knút Olsen, sum er tónaskald. Knút hevur gjørt fleiri vælkendar sangir og eisini fleiri vælkendar barnasangir. Í morgin, leygardagin verður konsert í Vesturkirkjuni í Havn. Og tá fara gentur úr Musikkskúlanum eisini at syngja. Vit vóru við, tá ið tær vandu, og tá vandu tær eisini á fyrsta sinni saman við strúkarum, sum eisini eru næmingar á musikkskúlanum.
Vit vóru við, tá ið genturnar í musikkskúlanum vandu saman við strúkarum til konsertina í Vesturkirkjuni í morgin.
Í barnasjónvarpinum í kvøld klokkan hálvgum sjey fara vit at síggja 1.part av fjórða umfari av Vinus og Vimús. Og í hesum sambandi fara vit at hoyra Vinin syngja saman við Vinusi. Sangurin er Lummalykta Óli. Alexandur Kristiansen eigur orðini og Knút Olsen hevur gjørt lagið. Á VIT-appini eru fleiri nýggir sangir, nýggjar søgur og fimm nýggir partar.
At enda fer Jensina Olsen at syngja Áttamánafarið - Alexandur Kristiansen eigur orðini og Knút Olsen hevur gjørt lagið

Blandað bomm

Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)