Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik. Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum. Her er sera hugnaligt og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði. Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólavarpið - Jól í 5.a 1. partur og Jensina og Ljóðfílurin
/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Jólavarpið - Jól í 5.a 1. partur og Jensina og Ljóðfílurin
08-12-2024
Hesa vikuna verður útvarpsleikurin Jól í 5.a at hoyra í barnaútvarpinum. Jákup Veyhe leggur til rættis. Hvønn mánadag eru vit á verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum.
Jólavarpið