Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik. Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum. Her er sera hugnaligt og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði. Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólavarpið - Ein vættur og Pakkaberin Gemalius
/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Jólavarpið - Ein vættur og Pakkaberin Gemalius
17-12-2024
Jensina Olsen lesur bókina - Ein vættur, sum Astrid Lindgren skrivaði. Naja Mols Mortensen týddi til føroyskt. Vit hoyra sangin Pakkaberin Gemalius, sum Eivør Pálsdóttir syngur og hon fer at siga eitt sindur um sangin.
Jólavarpið