Samgongan klárar seg framvegis undir meðal

Samgongan klárar seg framvegis undir meðal
Vágafólki dámar best samgonguna, men sandoyingar geva henni lægsta karakterin, vísir kanningin hjá Gallup
 
16.09.2013 - 11:45

Samgongan klárar seg framvegis undir meðal. Tað vísir kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, Miðlahúsið, Portalin og Norðlýsið.

Sí eisini Grafikkur: Her er úrslitið av veljarakanningini

Á einum stiga, frá 1 til 10, har 10 er "framúrskarandi" og 1 "sera illa," fær samgongan karakterin 4,1. Tað er tað sama sum í februar og juli í fjør. Bestu undirtøkuna fekk samgongan í desember í fjør, tá karakterurin var 4,6.

18-24 ára gomul besta skoðsmálið

Tað eru tey 18-24 ára gomlu, sum geva samgonguni besta skoðsmálið, 4,6. Tey, sum eru í aldursbólkinum 25-39 ár og 40-49 ár, geva samgonguni ringasta karakterin, 3,9.

Sí eisini Veljarakanning: Samgongan hevði mist meirilutan

Vágafólki dámar best samgonguna. Tey geva henni karakterin 4,9. Veljarar í Suðurstreymi geva samgonguni karakterin 3,7 og  sandoyingar geva henni karakterin 3,6.

Sí eisini Kanning: Løgmaður ongantíð klárað seg so illa sum nú

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098