Aftur grundlógaravhoyring

Aftur grundlógaravhoyring
Maðurin, sum varð tikin seint í gjárkvøldið fyri ránið annað páskakvøld, er 23 ár
 
23.04.2014 - 15:37

Í løtuni er grundlógaravhoyring í Føroya rætti í sambandi við, at ein fjórði maður seint í gjárkvøldið varð handtikin í málinum um ránið í Havn annað páskakvøld.

John Martin Olsen, økisleiðari á Politistøðini í Havn, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at fleiri fólk verða tikin fyri at eiga lut í ráninum við BankNordik í Húsagøtu, tá pengar vórðu rændir frá eini kvinnu uttan fyri BankNordik.

Í gjárkvøldið var ein 20 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í sama máli. Í grundlógaravhoyring í Føroya rætti játtaði hann at hava framt ránið starvsfólkinum í SMS, sum skuldi lata pengar í samdøgursboksina hjá bankanum.

Jens Severinsen, ákæri, kravdi 20 ára gamla mannin varðhaldsfongslaðan, so hann ikki hevur møguleika at ávirka vitni ella at seta seg í samband við onnur. Maðurin skal eisini persónkannast.

Tveir aðrir menn, sum løgreglan tók í gjár, vórðu lætnir leysir.

Maðurin, sum varð tikin í gjárkvøldið, og nú er í grundlógaravhoyring er 24 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098