Biðja um fleiri pengar til heilivág og tvíkiljur

Biðja um fleiri pengar til heilivág og tvíkiljur
Landsstýrið biður løgtingið um fleiri eykajáttanir, meðan lógaruppskotið er í Fíggjarnevndini
Heilsumálaráðið biður um eykajáttan til serligan sjúkrahúsheilivág.
 
22.10.2014 - 13:09

Eisini meðan lógaruppskotið um eykajáttan er í løgtinginum kemur landsstýrið við fleiri umbønum um pengar til veranndi fíggjarár.

Heilsumálaráðið biður Fíggjarnevndina taka við í sítt álit hálva millión krónur afturat í ár til serstakan sjúkrahúsheilivág.

Talan er um bráðmál, sum Heilsumálaráðið sigur seg ikki hava vitað um, tá eykajáttanarlógin fór í løgtingið fyri einum mánað síðani.

Nýggjur og dýrur 

Talan er um nýggjan og sera kostnaðarmiklan heilivág, sum RADS, Rådet for Anvendelse af Dyr Sygehusmedicin, ikki hevur viðgjørt enn. 

Avvarðandi yvirlæknar meta, at viðgerðin fer at bøta munandi um útlitini fyri bata, og at viðgerðin skal vera í Føroyum, tí vit hava serfrøðina her. 

Heilivágsráðið tekur undir við yvirlæknunum, at talan er um serligt føri, og at stundir eru ikki at bíða eftir vegleiðing frá RADS í hesum føri.

Tríggir sáttmálar 

Og Vinnumálaráðið biður um góðar 370.000 kr. afturat til stuðul til skipasmíð, tí KJ Hydraulik hevur gjørt sáttmála um at byggja eina tvíkilju til útlendskan keypara. 

Stjórin á KJ Hydraulikki hevur kunnað Vinnumálaráðið um, at fleiri byggisáttmálar eru á veg, ein við keypara í Hetlandi í hesari vikuni og ein við føroyskan keypara í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098