Hevur kannað leiklutin hjá Kára og Kaj Leo

bannari
Hevur kannað leiklutin hjá Kára og Kaj Leo
Kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen skal vísa, um Kári P. Højgaard og løgmaður fyrisótu málið um Eysturoyartunnilin á lógligan hátt
 
22.06.2015 - 11:32

Í morgin fer Hans Gammeltoft-Hansen at lata løgtingsformanninum kanningin, sum hann gjørdi fyri løgtingið.

Hans Gammeltoft-Hansen játtaði tann 13.februar í fjør at gera kanningina. Nú er kanningin liðug, og løgtingið fær hana í morgin.

Leikluturin hjá Kára P. Højgaard

Hans Gammeltoft-Hansen hevur kannað lutin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum í 2013, í málinum um privata Eysturoyartunnilin, sum danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners skuldi gera og eiga.

Kanningin skal siga, um teir báðir fyrisótu málið um Eysturoyartunnilin á lógligan hátt.

Landsstýrismálanevndin, sum viðgjørdi málið, vildi hava ein kanningarstjóra. Landsstýrismálanevndin orðaði eisini arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum.

Heimildin

Kannast skuldi, um Kári P. Højgaard hevði nóg góða heimild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um bygging, fígging og rakstur. Um hann breyt lógina um ábyrgd landsstýrisins, tí hann ikki kunnaði løgtingið um eftirkanningar- og viðmerkingarskrivið frá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum, tá løgtingið fekk og viðgjørdi uppskotið um Eysturoyartunnilin og, tí hann sýtti fyri at geva løgtinginum sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, og ikki vildi geva løgtingslimum møguleika at síggja sáttmálan uttan fyrst at undirskriva trúnaðaravtalu um tagnarskyldu.

Harafturat, um Kári P. Højgaard breyt lógina, tá hann í svari sínum upp á fyrispurning í løgtinginum um privata Eysturoyartunnilin ikki nevndi uppplýsingar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjarliga partinum av fyrispurningunum.

Fimta og seinasta punktið um Kára P. Højgaard í arbeiðssetninginum er spurningurin, um hann fór út um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um eina mió. kr. í “break fee,” tí sáttmálin um tunnilin ikki varð undirskrivaður.

Leikluturin hjá løgmanni

Hans Gammeltoft-Hansen og hansara fólk hava eisini kannað, um løgmaður hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins við at hava tagt um ella givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar.

Og um løgmaður røkti sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í innlendismálum, ella um hann eisini hevur framt tey lógarbrot, sum landsstýrismaðurin er kannaður fyri. 

Tey sjey svarini fáast í morgin.

Kann ikki døma

Sambært stýriskipanarlógini kann ein kanningarstjóri ikki døma fólk, hann hevur ikki dómsmyndugleika. 

Løgtingið, sum bað um kanningina, avger, hvussu hon skal brúkast.

Kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen verður almannakunngjørd á tíðindafundi í morgin klokkan tvey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860