Fáa nýggjan formann seinni í mánaðinum

bannari
Fáa nýggjan formann seinni í mánaðinum
Landsnevndin hjá Sambandsflokkinum hevur fund næsta fríggjadag, og síðani verður kallað inn til eykalandsfund at velja nýggjan formann
Fundur í Sambandsflokkinum. Fleiri á myndini vórðu ikki afturvald á løgtingsvalinum týsdagin
 
04.09.2015 - 11:41

Sambandsflokkurin fær helst nýggjan formann longu í hesum mánaðinum, men hvør hann verður, skulu valfeløgini gera av.

Landsnevndin hevur fund næsta fríggjadag, har úrslitið av fólkatings- og løgtingsvalinum verður umrøtt. Síðani verður kallað saman til eykalandsfund, har nýggjur formaður skal veljast.

Mikudagin var fundur í tingbólkinum, og har varð avgerð tikin um at kalla landsnevndina til fundar at umrøða støðuna í flokkinum.

Tann fundurin verður næsta fríggjadag.

Tað eru 17 limir í landsnevndini, teirra millum eru umboð fyri tey sjey valfeløgini.

14 dagar ganga

Umframt at umrøða støðuna eftir valini, so skal landsnevndin eisini taka støðu til at kalla saman til eykalandsfund, har nýggi formaðurin skal veljast.

Tað skulu ganga minst 14 dagar frá tí, at lýst verður til eykalandsfund, til fundurin verður. Verður borið skjótt at, kann eykalandsfundurin vera í hesum mánaðinum.

Hvør verður nýggjur formaður, er ikki greitt.

Magni Laksafoss, sum varð valdur aftur á valinum týsdagin, segði í gjár, at hann ikki hevur tikið avgerð um, um hann stillar upp til formansvalið.

Valfeløgini skjóta upp

Tað eru valfeløgini, sum skjóta upp, hvønn tey vilja hava sum formann. Tey noyðast ikki at verða samd, og tí er møguleiki fyri, at tað verður meiri enn eitt formansevni at atkvøða um á eykalandsfundinum.

Bárður Nielsen er næstformaður í Sambandsflokkinum, hann varð valdur á landsfundinum í vár, tá var einki mótvalevni, og hann varð einmælt valdur.

Manningin í tingbólkinum er ikki tann sama, Edmund Joensen og Magni Laksafoss eru aftur partur av tingmanningini, og Magnus Rasmussen er nývaldur. Teir, sum vórðu valdir aftur, eru Kaj Leo Holm Johannesen, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860