Kannaðu bygningin uttan at skriva frágreiðing

Kannaðu bygningin uttan at skriva frágreiðing
Tórshavnar kommuna bað ikki um nakra støðulýsing frá BankNordik, tá kommunan keypti bankabygningin í Húsagøtu í Havn fyri 40 mió. kr. í 2013
Tórshavnar kommuna bað ikki um støðulýsing frá bankanum, tá kommunan keypti bankabygningin hjá BankNordik í Húsagøtu
 
03.02.2016 - 08:24

Tá danska Bygningsstyrelsen vildi keypa bygningin frá kommununi, bað kommunan HMP Consult kanna bygningin og gera eina støðulýsing. Vanligt er, at seljarar biðja um slíkar støðulýsingar.

Útvarpið hevur støðulýsingina, sum er gjørd fyri Bygningsstyrelsen í fjør summar. Útvarpið bað síðani Tórshavnar kommunu um innlit í støðulýsingina í sambandi við keypið í 2013.

SÍ EISINI Bankabygningurin fongdur við soppi

Mikael Viderø, tekniskur stjóri hjá kommununi, svarar, at "kommunan hevur ikki umbiðið eina tilstandsrapport í sambandi við umrødda keyp."

"Tekniska fyrisiting hjá kommununi gjøgnumgekk bygningin í sambandi við keypið, og er tað ikki skjalfest," skrivar Mikael Viderø í svari sínum til Útvarpið.

Brunatrygdin heldur ikki í lagi

Sambært støðulýsingini, sum varð gjørd í fjør, eru gjóstur, lekar, fuktur og blámusoppur í bygninginum, sum danski staturin ætlar at keypa til politistøð. Heldur ikki var brunatrygdin nóg góð í bygninginum.

Sambært treytaðu keypsavtaluni, sum er undirskrivað í Keypmannahavn 8. januar, skuldi Bygningsstyrelsen taka við bygninginum tann 1. februar, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið.

Tórshavnar býráð skal eisini góðkenna søluna. Hvørgin parturin vil upplýsa prísin, sum teir eru samdir um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946