Javnaðarflokkurin á Tvøroyri onga ávirkan

bannari
Javnaðarflokkurin á Tvøroyri onga ávirkan
Fyri valið hevði Javnaðarflokkurin bæði borgarstjóra- og varaborgarstjórasessin, men nú stendur flokkurin við ongum
Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri, men nú er hann valdur fyri Kommunulistan
 
10.11.2016 - 15:38

"Tíðin er farin frá ósemjum", stóð í valfaldaranum hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri til kommunvalið. 

Men júst  ósemja hevur kostað Javnaðarflokkinum valdið á Tvøroyri, sum flokkurin hevur havt seinastu nógvu árini.

Fyri valið hevði Javnaðarflokkurin bæði borgarstjóra og varaborgarstjórasessin, men nú stendur flokkurin við ongum.

Javnaðarflokkurin fór í tvíningar beint undan valinum, og hálvan annan tíma fyri, at freistin at lata valevnislistar inn, var úti, fekk Kristin Michelsen stovnað nýggjan lista, Kommunulistan, sum eftir valið situr við valdinum. Javnaðarflokkurin, við trimum umboðum, fekk onki burturúr. 

Ikki borgarstjóri kortini

Valkvøldið ætlaði Anita Vibergsdóttir á Borgaralistanum sær borgarstjórasessin, tí hon var avgerandi fyri, at ein samgonga kundi skipast. Men tá tvøráfólk vaknaðu í gjár, var Anita ikki vorðin borgarstjóri kortini.

Anita Vibergsdóttir hevur seinastu árini sitið í býráðnum á Tvøroyri fyri Fólkaflokkin, men stillaði hesaferð upp fyri Borgaralistan, sum er ein tvørpolitiskur listi, ið vildi hava broytingar.

Men tey fingu broytingar, tí tey valdu Kristin Michelsen til borgarstjóra, meðan Anita Vibergsdóttir tók til takka við varaborgarstjórastarvinum.

Á Tvøroyri hava søgur gingið um, at Kristin Michelsen skal hava gjørt eina avtalu við Fólkaflokkin, og tí gjørdist hann aftur borgarstjóri, men hesum vísur Kristin Michelsen aftur. Hann vil ikki gera samrøðu í dag, men sigur, at hann onga avtalu hevur gjørt hevur við Fólkaflokkin ella nakran annan, uttan Anitu Vibergsdóttir.

Ikki allar súðir syftar

Men harvið eru allar súðir ikki syftar á Tvøroyri, tí valdagin vildi Kristin Michelsen hava svar frá lokalfelagnum á Tvøroyri, um hann felagið framvegis stuðlaði sær sum umboð felagsins á løgtingi.

Tá segði Signar Dam við in.fo, at tey helst fóru at taka støðu til tað í gjár, men í gjár segði Signar Dam við in.fo: "Tað hevur ongan hast, so tað verður ein av døgunum."

So ósemjan í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri er framvegis óloyst. 

Vit ætlaðu at gera eina samrøðu við Bjarna Hammer á javnaðarlistanum hjá Tvøroyri, men hann vildi ikki gera samrøðu í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098