Løgmaður vísir atfinningum aftur

Løgmaður vísir atfinningum aftur
Aksel V. Johannesen vónar, at málið um kirkjuliga signing kann verða endaliga avgreitt, nú tveir tingmenn hava kært løgmann til nevnd
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um, at Miðflokkurin hevur kært hann til Landsstýrismálanevndina. Nú kann málið um kirkjuliga signing verða endaliga avgreitt, sigur hann
 
16.01.2017 - 15:14

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um, at Miðflokkurin hevur kært hann til Landsstýrismálanevndina. Nú kann málið um kirkjuliga signing verða endaliga avgreitt, sigur hann.

Bill Justinussen og Jenis av Rana, løgtingsmenn fyri Miðflokkin, kæra Aksel V. Johannesen, løgmann, til landsstýrismálanevndina fyri at gera seg inn á evsta vald føroyinga, sum tingmenninir hjá Miðflokkinum málbera seg.

Aksel V. Johannesen gav fyri stuttum mentamáðaráðnum boð um at orða løgtingsuppskot, ið skuldi strika grein 14, stk 2 um kirkjuliga signing í hjúnabandslógini. Hetta er í lagi, tí grein 14, stk 2 er føroyskt málsøki, sigur Aksel V. Johannesen

SÍ EISINI Kæra løgmann til nevnd

Men, grein 14, stk 2 stendur í danskari lóg, og tí kann spurningur setast, um talan veruliga er um føroyskt málsøki. Málið hevur elvt til dúgligt kjak um, hvat vendir upp og niður løgfrøðiliga.

Løgmaður sigur, at tá ið fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, vóru allar ásetingar, sum hava nakað við kirkjuna at gera, íroknaðar - eisini grein 14, stk. 2.

Bill Justinussen og Jenis av Rana siga, at avgerðin hjá løgmanni ikki er í samsvar við stýrisskipanarlógina. Hon sigur, at ein og hvør yvirtøka bara kann fremjast av Løgtinginum, ikki av løgmanni.

Vísir atfinningum aftur

- Við hesum setur løgmaður seg yvir fólkavalda og lóggevandi vald føringa og stýrisskipanin okkara, sum í grein 46 nágreinar, at mál bara kunnu yvirtakast sambært løgtingslóg, skriva teir báðir í tíðindaskrivi.

Løgmansskrivstovan tulkar, eins og danska Statsministeriið, Sosialministeriið og Kirkjuministeriið, lógina soleiðis, at talan er um áseting, sum er undir føroyskum málsøki, hóast hon stendur í danskari lóg.

Men hóast hann er ósamdur við Miðflokkinum, fegnast løgmaður um kæruna. Løgmaður vísir aftur, at hann skal hava framt yvirtøku einsamallur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860